Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, legði fram úrslitini frá borgarafundinum um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu. Gittemarie Johansen greiddi frá um Greenwashing og Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur av Heygum framførdu. Eisini fingu fólk leskiligan mat, sum var framleiddur úr staðbundnum rávørum.
Tann meiri hátíðarligi parturin á kvøldinum var, tá tað bleiv avdúkað, hvør fekk umhvørvisstuðulin og Grønu virðislønina frá Tórshavnar kommunu og Grønu gávuna frá Etika.
Fleiri spennandi umsóknir komu inn og 7 verkætlanir fingu stuðul.
Hesi fingu stuðul:
Inspiratiónsgarður við vakstrartunli, Norðurlandahúsið – 10.000 kr.
Lánitrillibørur í Nólsoy – 20.000 kr.
Ednulundin, Fríøkið norðuri í Stong, Nólsoy – 25.000 kr.
Vakstrarhús, Serbreytin á Glasi – 40.000 kr.
Vakstrartunnil, Felagsveltan á Velbastað – 40.000 kr.
Fríøkið við Krossá, Kaldbak – 40.000 kr.
Umhvørvisstøð til túnabúgvar, Grannalagið í Krossgøtu – 150.000 kr.
Grøna virðislønin og Grøna gávan
Síðani var Grønu virðislønin frá Tórshavnar Kommunu latin og var hon í ár latin Tjóðhild Patursson. Tjóðhild veitir skeið og kunning, undirvísir og rekur matstovur, sum leggja dent á lokalar rávørur og laga seg eftir árstíðini. Hon slóðar fyri einum nýggjum hugburði til matgerð og matnýtslu í Føroyum, og gevur íblástur til, hvussu tú við góðum mati kanst betra um bæði heilsu og vælveru.
Eisini var Grøna gávan frá Etika latin. Tað er ein peningalig gáva, sum kemur inn fyri sølu av vatni í matstovunum hjá Etika. Í ár var upphæddin 49.640 kr.
Grøna gávan í ár varð latin verkætlanini NýNý hjá Bláa krossi. NýNý er seymistova, sum í skjótt seks ár hevur slóðað fyri nýnýtslu av klæðum. Nýnýtsla er tað, sum vit á enskum kenna sum upcycling. Umframt at framleiða m.a. barnaklæðir burturúr klæðum, sum verða latin til endurnýtslu, men ikki verða seld, so er NýNý eisini ein verkstaður, har ein og hvør kann koma og seyma sær eitt nýtt plagg úr endunýtslutilfari. Eisini eru nógv, ið velja at broyta, bøta og betra um sínu gomlu pløgg.
NýNý hevur sett gongd á eina móta- ella klædnaringrás í Føroyum, sum minkar um klædnaburturkast og gevur fólki møguleika og førleika til at fáa eitt burðardyggari klædnaskáp
Eitt gevandi og mennandi kvøld í Kaldbak. Spennandi verður at fylgja við í ymsu verkætlanunum, og teirra framhaldandi jaligu ávirkan á umhvørvið í Tórshavnar kommunu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
Tórshavnar kommuna