Hesi seinnu árini eru nógvir av gomlu býbussunum í Havnini skiftir út við nýggjar bussar. Umframt tað at allir teir nýggju býbussarnir eru meira orkusparandi og dálka minni, er nú hesin Volvo B10 BLE komin við einum sera umhvørvisvinarligum útstoytsgassfiltri. Hetta filtrið beinir burtur 80-90 prosent av heilsuskaðiligu evnunum sum koma úr útstoytinum, so sum koliltu, kolbrintu og aðrar sótmolar. Hetta filtrið virkar samstundis sum ljóðdoyvari.
Alla æru vert
Filtrið reinsar útstoytsgassið í tveimum stigum, har fyrsta stigið er ein katalysator sum minkar um koliltuna og kolbrintuna. Í næsta stiginum verða sótmolarnir fyribeindir og brendir. Øll installatiónin er nágreiniliga testað, og lýkur øll lógarkrøv, uttan at tað gongur útyvir motororkuna. Tað er alla æru vert at busseigarar vilja gjalda tær umleið 50.000 krónurnar, sum er meirkostnaðurin fyri hetta útstoytsgassfiltrið, fyri at verja um umhvørvið í býnum.










