Umhvørvisvika 2007 – Vit raðfesta umhvørvið høgt

Píl Reinert

 

Í grøna blaðnum, sum Tórshavnar kommuna hevur sent øllum borgarum sínum, eru mong frálík tiltøk og uppskot, m.a. at taka lortin upp eftir teimum eftirhondini sera mongu hundunum, og lata tað í nýggj ruskíløt, tí ikki er tað ”lekkurt” at slíkt sløðist allastaðni. – Alt hetta er jú frálíkt, og ein partur av at ”raðfesta umhvørvið høgt”

Mongu urðirnar og veldigu klettarnir fram við líðini undir røðini á Húsareyni eru stórbært og sjáldsamt lendi á okkara leiðum, sum vit, sum búgva fram við Villingadalsvegnum og tey mongu, sum ganga túrar fram við kunnu gleðast um hvønn dag. Umhvørvisvikan fær meg nú at hugsa um, at her í líðini oman fyri traðirnar átti býráðið at gjørt gongugøtu, so tað nógva fólkið, sum bæði gongur og rennur úti tíðliga og seint, uppaftur betri kundi notið fuglalívið og hetta hálvvilla og í støðum trøllsliga lendi. Væl av grágás er seinnu árini farið at eiga í hamrinum og urðunum her undir reyninum, og á eini av traðunum eiga eini 30 brandgæs, so dagliga sær tú eisini smáar flokkar av brandgásum strúka fram við tromini.

Nú búgvi eg í grundini mitt í havnini, og tó, gloppi eg dyrnar ella vindeyga, so hoyrast fuglarnir syngja og tjøldrini láta uttanfyri, dunnur gvagga, hanarnir gala lystiliga og gæsnar ganga so fattar við ungum, meðan onkur steggi enn liggur og bíðar spentur í reiðursmunnanum til bøgan kemur út við ungunum. Hjá mongum er hetta forkunnugt at uppliva, og tí koma børn og fólk við børnum ofta at vitja, at síggja alt hetta lívið.

Soleiðis hevur verið alt eg minnist, men seinastu 20-25 árini hava vit tó livað við tí marru, at ætlan hevur verið at ein høvuðs landsvegur skal skera seg ígjøgnum líðina og traðirnar. Tá mál um Ytra Ringveg var fyri á Føroya Løgtingi, helt Heini í Kunoy nakað soleiðis fyri: ”sjálvandi má vegakervið byggjast út, men hví komandi ferðsla úr Eysturoy/Norðoyggjum og Sandoy/Suðuroy skal kroystast niðan undir Krákugjógv, tað skilji eg einki av”, og neyvan man nakar annar sum ”raðfestir umhvørvið høgt” skilja hetta.

Hóast Tórshavnar Býráð nakað síðan gjørdi vart við, at teir ikki ynskja hesa vegaføring, frættist tó, at enn verður arbeitt út frá uprunaligu ætlanini við smærri broytingum, og at nú skal enntá gerast pláss fyri at vegur við 4 sporum skal kunna leggjast her um nøkur ár. Vegurin skal um ”Varðholuna” koma í Oyggjarvegin, men tá autostrada við 4 sporum er farin um hetta gamla fólkafundarstað, verður lítið pláss eftir í Varðholuni.

Bogi Hansen, sum tosaði um vegurlagsbroytingar nú týsdagin, hevur endurgivið ein álending fyri at hava sagt, at ein politikari hugsar bert tvey (hægst fýra) ár fram í tíðina, meðan ein ”statsmaður” hugsar um tvey tey næstu ættarliðini. Landsverk kann ikki hugsa meira enn eitt ár, tí játtaðir pengar mugu jú brúkast áðrenn játtanin fellur aftur til landskassan, og landsverk ger væl bert tað, sum politikkarnir biða um.

Hava vit nakrar ”statsmenn” millum okkara politikkarar, fara eisini komandi ættarlið at kunna njóta fuglalív og óspilta náttúru meðan tey spáka ella ”jogga” eftir gongugøtu í hesum sjaldsama lendi, ið hóast alt liggur mitt í Havnini. Og tey fara als ikki at hoyra larmin frá 4 sporaðu autostraduni, ið helst liggur longur uppi á slætta reyninum, og kunnu ásanna at Tórshavnar býráð ”raðfesti umhvørvið høgt” hjá sínum borgarum í tí harrans ári 2007.

Við umhvørviskvøðu