Umhvørvisvanlukka á Nólsoyarfirði

Túsundtals litrar av tungolju eru í farnir úr tanganum á russiska Captain Gorbatjov Klokkan 20.20 í kvøld fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at nógv olja lak frá einum skipi á Nólsoyarfirði.

Mest sannlíkt stavar oljan frá russiska Captain Gorbatjov, og er hetta so, er talan helst um veruliga umhvørvisvanlukku.

- Vit vita ikki, hvussu nógva olju talan er um, men helst eru tað fleiri túsund litrar. Í øllum førum vita vit, at skipið í dag hevur bunkrað um 450.000 litrar, og so er spurningurin, hvussu nógv av hesum er eftir í tangunum, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.

Vakthavandi sigur, at dálkingin nú er á einum øki, sum er skamt úti frá molanum og út um Kirkjubønes. Tjaldri og Lív hava lagt sperringar kring sjálvt skipið, soleiðis at meira olja ikki rennur frá. Men tað, sum er likið, er sera trupult at heinta aftur. Ikki minst, tí talan er um streymasjógv.

- Og tað ger tað enn verri, at talan er um tungolju, tí vit hava ikki veruliga útgerð at taka hana upp við, verður sagt av løgreglustøðini.

MRCC roynir saman við umhvørvisstovuni at fáa greiðu á, hvussu umfatandi vanlukkan er, men neyvan er hetta heilt greitt, fyrr enn tað aftur fer at lýsa.