Umhvørvisumsitingin skal miðspjaðast

Í august mánaði gongur leiðin hjá Tommy Petersen, ráðgeva í oljufyrisitingini, til Kairo í Egyptalandi, har hann skal virka sum ráðgevi í umhvørvisumsitingini. Hetta er í sambandi við, at roynt verður at miðspjaða umsitingina

Tommy Petersen fer nú aftur í útlandið at arbeiða. Fyri tveimum árum síðani kom hann heim úr Nepal eftir at hava arbeitt har í trý ár. Nú gongur leiðin til Egyptaland, har hann skal arbeiða sum ráðgevi í umhvørvisumsitingini í Kairo tvey tey komandi árini.
Tommy er sera spentur til hesa uppgávuna, og gleðir hann seg til hann skal avstað.

Miðspjaðing
Tommy hevur nógvar royndir í at arbeiða innan ymiskar umsitingar. Bæði í Føroyum og uttanlanda. Hetta millum annað gjørdi, at hann fekk hetta spennandi starvið í Kairo.
Egyptarar hava í eitt ára tíggju nú arbeitt við eini ætlan um at miðspjaða umhvørvisumsitingina, og er har, sum Tommy skal virka sum ein ráðgevi.
? Eg komi at arbeiða í miðumsitingini, har eg skal hjálpa myndugleikunum við ætlanunum hjá teimum, greiðir hann frá.
Hetta er øvugt av tí, sum hann arbeiddi við í Nepal. Tá arbeiddi hann eisini yvirhøvur við at miðspjaða umsitingar. Ikki bert á einum øki, men sum heild.
? Tá sat eg úti í lokaløkinum og arbeiddi við at fáa umsitingar út í økini, meðan eg fari at sita í miðøkinum í Egyptalandi, sigur Tommy Petersen.
Sostatt er hetta eisini eitt meiri málrættað øki, sum Tommy kemur at arbeiða innan komandi tvey árini.
Tommy greiðir frá, at fólkið í økinum har um leiðir er vælútbúgvið. Men tey eru bara ikki so von við hetta, at umsitingar virka sum tænastudeplar. Heldur eru tey von við, at umsitingar eru meira stýrandi. Og eisini hetta fer hann at arbeiða við at broyta.
? Vit koma at stuðla teimum í teirru stremban eftir, hvussu slíkar umsitingar kunnu fáast út í lokaløkini, og at tær veruliga kunnu vera meiri tænastusinnaðar, enn tey eru von við, sigur hann.

Royndur maður
Stjórnin í Egyptalandi hevur gjørt eina ætlan um, hvat tey ætla við hesum. Í eitt áramál hava danskir serfrøðingar verið í landinum og gjørt uppskot um, hvussu gerast kann fyri at fáa hesar umsitingarnar út í økini.
Orsøkin til, at tað júst eru danir, er, at tað er við hjálp frá Danida felagsskapinum, at hetta verður gjørt.
Tommy Petersen hevur fingið at vita, at hann fekk starvið, tí at hann varð mettur at vera ein maður við nógvum og fjølbroyttum royndum innan hesa starvsleiðina.
Fyri tað fyrsta, at hann hevur arbeitt við miðspjaðing frammanundan og eisini har um leiðir.
? Tey hava sum sagt havt serfrøðingar har. Nú vilja tey so hava fólk til arbeiðis, sum sum heild vita nakað um umsitingar, greiðir Tommy frá.
Og ikki kann annað sigast enn, at Tommy hevur drúgvar og nógvar royndir. Tey trý árini í Nepal hava uttan iva talt nógv, og tað at hann yvirhøvur veit nógv um miðspjaðing eisini.
Umframt hetta, so hevur hann arbeitt í fleiri ymiskum umsitingarligum størvum í Føroyum, og er hann vanur at arbeiða í altjóða umhvørvi. Eitt nú var eitt skifti í Irak, har hann tókst við lokalumsiting og miðspjaðing eisini.
Sjálvur lýsir Tommy seg hálvavegna sum ein sparringspartnara í hesum førinum.
? Eg trúgvi, at tey helst vilja hava fólk, sum á einum persónligum plani hava áhuga fyri hesum. Fólk, sum eru búgvin og helst á mínum aldri, sigur Tommy.

Teirra skipan
Tommy leggur dent á, at hann ikki skal niður har at innføra nakra føroyska ella danska skipan. Har er ein skipan, sum nú er, og ein ætlan fyriliggur um, hvussu egyptiska stjórnin sær fyri sær, at hetta skal fara at virka. So er uppgávan at gera hetta til veruleika. Og har er tað, at Tommy Petersen kemur at virka sum ein ráðgevi hjá leiðsluni í umhvørvisumsitingini í Kairo.
Sosialurin ynskir Tommy góða ferð og góða eydnu í Egyptalandi.