Umhvørvisskip á vitjan

Eitt umhvørvisskip við navninum Golfoazzurro legi fyri nøkrum tímum stilt, og menn komu í gummibáti inn á Tjørnuvík. Nú er skipið farið aftur Glómur vóru í tjørnuvíkingum, tá ið teir á middegi sóu eitt svart skip við hvítum hús kasta akker norðast í Sundalagnum.

Nakað eftir varð ein gummibátur settur út og sigldi inn á Tjørnuvík.

Sambært Rás2 vóru menninir fryntligir og søgdu seg vera ferðafólk. Teir spákaðu gjøgnum bygdina og fóru so avstað aftur.

Tá ið teir vóru komnir umborð, stevndi skipið eystureftir.

Golfoazzurro er skrásett í Port Vila á Vanuato. Tað ljóðar, at felagskapurin Birgitte Bardot Foundation varar av skipinum.

Eingin myndugleiki í Føroyum kennir ørindini hjá skipinum, sum ikki boðaði havna- og tollmyndugleikunum frá, at tað kom.