Umhvørvi, náttúra og altjóða sáttmálar

Janus Hansen, lívfrøðingur


Landsstýrið hevur longi havt ábyrgd av fleiri altjóða sáttmálum, eitt nú av hesum trimum sáttmálum um náttúruvernd:

Sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, har vit m.a. hava bundið okkum til at tryggja, at afturgongdin í náttúruni er so lítil sum gjørligt í 2010.

RAMSAR-sáttmálanum, sum ásetur, at vit skulu verja vátlendi, sum hava týdning fyri fugl.

AEWA-sáttmálanum, har vit hava bundið okkum til at verja ferðafugl.


Í hesum døgum arbeiðir landsstýrið fyri at fáa Føroyar nevndar í enn einum altjóða sáttmála – hesin um útlát. Tískil er tað nú, at landsstýrið skal vísa, at altjóða sáttmálar verða tiknir í álvara her á landi. Ikki kann sigast, at undanfarin landsstýri hava gjørt stórvegis fyri at halda ásetingarnar í hesum altjóða sáttmálum. Tað einasta, ið hevur verið gjørt sambært sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi er at útgeva eina bók um náttúruna í Føroyum. Einki vátlendi er vart og heldur einki er gjørt fyri at verja ferðafugl.

Tí vóru tað sera góð tíðindi, sum vit fingu at hoyra 17. november í fjølmiðlunum. Millum onnur kundi Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, kunngera, at eitt slóðbrótandi frambrot í sambandi við umhvørvið er á veg. Innlendismálaráðið, sum varðar av náttúru og umhvørvi, leggur upp til at fáa grønar blettir runt um í landinum og hevur nú tikið fyrsta stigið við einum umhvørvissamstarvi við Tórshavnar Kommunu. Tað tykist, sum um Innlendismálaráðið nú vil arbeiða fyri at lúka treytirnar í áðurnevndu sáttmálum og harvið vísa, at landsstýrið tekur altjóða sáttmálar í álvara.

Eitt frálíkt átak

Tað skal bera til at fáa eina uppliving í náttúruni, sigur Annika Olsen, og hetta fyrsta grøna økið skal vera opið fyri fólki. Samstarvið er grundað á ein dreym um eina “stórpark”. Annika Olsen sigur, at tað er neyðugt at raðfesta grøn øki og umhvørvi. Hon nevnir viðarlundina í Havn sum dømi.

Tá eg lesið hetta, fari eg at ivast í, hvat talan er um. Vil Innlendismálaráðið gera nakað fyri at lúka sáttmálatreytirnar og harvið verja okkara náttúru, ella vil tað stuðla Tórshavnar Kommunu í at skapa eitt øki, har endamálið er trivnaðurin hjá borgarunum? Trivnaður og náttúruvernd útiloka ikki hvørt annað, men tey eru heldur ikki tað sama.

Í Sosialinum stendur, at tað verður ikki bara ein nýggj viðarlund. Nei, sigur Heðin Mortensen, hetta skal vera eitt øki til ymist frítíðarvirksemi, har fólk hava frítt at ganga á øllum økinum.

Altso, eitt stórt øki til frama fyri trivnaðin hjá borgarunum – eins og fótbóltsvøllir, svimjihyljar og aðrar viðarlundir. Um tað kemur á mál, so ivist eg ikki í, at hetta verður til fragd hjá nógvum havnarborgarum.

Innlendismálaráðið verjir ikki náttúruna

Átakið er fyri trivnaðin hjá fólki. Um tað merkir, at áirnar harafturat verða reinar og at nakað av føroyskum vøkstri kann vaksa uttan at verða biti av seyði, so er tað eitt frálíkt átak. Men hetta er als ikki nakað frambrot fyri umhvørvið ella náttúruna.

Hevði Innlendismálaráðið arbeitt fyri at fylgja teimum altjóða sáttmálum, sum eg nevndi omanfyri, so hevði tað verið eitt frambrot fyri náttúruna.

Tað, sum higartil er komið fram í fjølmiðlunum, staðfestir enn einaferð tað, sum leingi hevur verið greitt: Innlendismálaráðið verjir onga náttúru. Eg havi kortini varhugan av, at landstýriskvinnan veruliga er hugað fyri at verja náttúruna. Annika Olsen sigur, at tað er neyðugt at raðfesta grøn øki og umhvørvi, og tað sigur nakað um, at viljin er til staðar. Men tá ið hon tekur viðarlundina í Havn sum dømi, so vísir tað, at hóast viljin er til staðar, so er alneyðugi kunnleikin um náttúru og náttúruvernd tíverri ikki til staðar.

Innlendismálaráðið eigur ikki at taka støðu til, um viðarlundir eru í Havn ella ikki. Uppgávan hjá Innlendismálaráðnum er at verja føroysk djór og plantur í tí umhvørvi, har ið tey hoyra heima!

Eftir øllum at døma er tað vantandi kunnleiki, ið er orsøk til, at verandi og undanfarin landsstýrisfólk ikki hava vart okkara náttúru. Tískil ber til at hava vón um bata.

Munur er á umhvørvi og náttúru

Eg vil hervið loyva mær at kunna Anniku Olsen og onnur um, hvussu tað ber til at skilja ímillum tey týdningarmestu hugtøkini í hesum sambandi:

Trivnaður: Er máteindin menniskjaligt nøgdsemi, snýr tað seg um trivnað.

Umhvørvi: Er máteindin alis- ella evnafrøðilig (t.d. ppm CO2 ella litrar olja pr. m2), snýr tað seg um umhvørvi. At minka um hesi evni er umhvørvisvernd, og politikkur í hesum sambandi er umhvørvispolitikkur.

Náttúra: Er máteindin livandi verur (t.d. tal á fuglum ella fjølbroytni av plantum), snýr tað seg um náttúru. Politikkur, sum viðgerð fuglastovnar ella tal á sløgum, er náttúrupolitikkur. At bøta um lívsumstøðurnar hjá sløgum, sum hoyra til í føroysku náttúruni, og at minka talið á fremmandum sløgum, tað er náttúruvernd.


Við tí í huga, at Føroya landsstýri einki ger fyri at verja fuglastovnar ella fjølbroytni av plantum, kunnu vit staðfesta, at landsstýrið nærum einki ger fyri at halda ásetingarnar í áðurnevndu altjóða sáttmálum.

Tískil vil eg at enda heita á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um at tryggja, at ásetingarnar í verandi sáttmálum verða hildnar, áðrenn vit verða bundin til enn ein sáttmála.