Umhugsar kvinnu sum varaforsetaevni

Í USA umhugsar republikanska forsetavalevnið Mitt Romney at fáa sær eina kvinnu til varaforsetaevni. Tað avdúkar kona hansara, Ann Romney, í samrøðu við sjónvarpið CBS.

-Vit hava hugsað um tað, og vit halda tað vera rætt. Mitt er nú í ferð við at kanna møguleikarnar, segði Ann Romney. Hon vildi ikki siga nakað um, hvørjar kvinnur møguliga kunnu koma upp á tal.

Meiningakanningar hava víst, at Barack Obama er væl betur umtóktur millum kvinnurnar í USA enn Mitt Romney, men fær Romney sær eina kvinnu til varaforsetaevni, kann tað fáa fleiri kvinnur at velja hann.

Men republikanararnir hava ikki gloymt forsetavalið í 2008. Tá valdi John McCain fær Saru Palin til varaforsetaevni, og tað var so ikki nóg mikið til at vinna. Tvørturímóti vildu mong vera við, at Sara Palin var ikki búgvin til eitt so týðandi embæti.