Nú kann tað henda, at samgongan fer at avtaka mvg á fleiri elektriskum akførum, og eisini at avtaka mvg á fleiri grønum orkuskipanum. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Í løtuni er tað mvg frítt at keypa el-bil og hitapumpu, men nú hevur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at gera el-drivin prutl mvg frí. Og hann hevur eisini spurt um hann somuleiðis ætlar at gera sólorkuskipanir, mvg fríar.
Og Uni Rasmussen sigur, at hetta eru spurningar, landsstýrið fer at viðgera nærri. Hann vísir á, at vanlig prutl dálka og larma illa, og tey økja um útlátið av veðurlagsgassum. Tí fer hann at viðgera um el-prutl, el-súklur og el-motorsúklir, eisini skulu gerast mvg frí
– Umhvørvisstovan sigur, at ein góður máti at fáa gongd á sólorku í Føroyum, er, at privatfólk, stovnar og virki, seta sólorkuskipanir á sínar húsatekjur. Fleiri sólorkuskipanir eru í Føroyum, og tær vísa seg at rigga væl, sigur landsstýrismaðurin.
Húsarhald, stovnar og virki, sum hava, ella fáa sær, hitapumpur og elbilar kunnu fáa enn størri gagn av eini sólorkuskipan. Fáa sólorkuskipanir mvg-frítøku, kemur kanska ferð á hetta økið og tí fer landsstýrið viðgera hetta nærri, sigur Uni Rasmussen.