Umhugsa støðuna á Tvøroyri

Í Tvøroyrar Býráð ivast tey í tilboðnum frá Landsstýrinum, men nú fara tey at umhugsa støðuna

Suðuroyarpakki

Tvøroyrar Kommuna fer nú at umhugsa tilboðið frá Landsstýrinum um at gera ein skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági.
? Vit hava hoyrt, hvat landsstýrið hevur at siga og nú fara vit at viðgera støðuna, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Tað eru serliga tvey ivamál, sum gera seg galdandi í Tvøroyrar Býráð.
Í fyrra lagi er tað heilsuskúlin á Tvøroyri, sum Tvøroyrar Býráð hevur brúkt millióna upphædd upp á fyri at geva skúlanum toluligar umstøður á Tvøroyri at virka undir.
Tað er ein spurningur, sum Kommunan vil hava greiði á í hesum sambandi.
Í øðrum lagi staðfestir borgarstjórin, at eldraøkið er framvegis eitt landsmál burturav, sum landið nú ætlar at skáka sær undan við at lata kommunurnar betala 50% av byggingini.
? Ein serlig lóg varð gjørd fyri røktarheimið í Norðurstreymoy fyri nøkrum árum síðani og ta serlógina ætlar Landsstýrið nú at seta í verk allastaðni.
Men tað reingir ikki tann veruleika, at eldraøkið er eitt landsmál burturav.
Kommunurnar koma eisini at fáa ein annan trupulleika og tað er, at eftir lógini kunnu tær ikki taka meiri enn eina álíkning í láni.
Kristin Michelsen sigur tí, at skal kommunan kortini átaka sær ein part av útreiðslunum til eitt røktarheim í Suðuroy, skal tað fáast ein rættiliga góð avtala við Landsstýrið um afturgjalding, tí hann góðtekur ikki, at ein útreiðsla, sum landið eigur, skal smyrjast upp í kommununa og tyngja raksturin ov nógv, so at frælsið hjá kommununi at virka, verður skert ov nógv.
Hann vísir eisini á, at á Sandi hevur landið einsamalt bygt alt eldraøkið upp, uttan at kommunurnar hava betalt nakað.
Somuleiðis vil Landstýrið ikki yvirtaka flogvøllin, fyrrenn hann er dagførdur og nútímansgjørdur.
? Men eldraøkið vil landið hava kommunurnar at yvirtaka, hóast tað er afturúrsiglt so tað munar.
? Talan er tí sostatt um ein rættiliga prinsipiellan spurning hjá Tvøroyrar Kommunu.
Og tí ivast hann eisini í, hvussu gott tilboðið frá Landsstýrinum er í veruleikanum.
Hann ásannar, at tær smærru kommunurnar taka undir við ætlanini, men hann metir, at tað fer at fáa avgerðandi týdning, hvørja støðu tær báðar stóru kommunurnar, Tvøroyri og Vágur, hava.
Men borgarstjórin á Tvøroyri sær eisini eitt annað fyri sær í sambandi við Suðuroyarætlanina hjá Landsstýrinum og tí hevur eisini hug at tengja hetta saman við eini kommunusamanlegging í Suðuroy.
? Kunnu kommunurnar í Suðuroy ikki boða greitt frá, at tær vilja leggja alla oynna í eina kommunu, verður úrslitið, at Tvøroyrar kommuna missur ein skúla, sum kommunan hevur brúkt nógvan pening uppá- og so verða tey 100 arbeiðsplássini á einum røktarheimi í Vági, burturav eitt kommunalt arbeiðspláss í Vági.
Men Kristin Michelsen leggur tó afturat, at nú fer býráðið at viðgera málið í næstu framtíð, so fæst at síggja, hvat úrslitið er.