Umhugsa læknalesandi á Setrinum

Fróðskaparsetrið kannar, um til ber at stovna eina grundútbúgving í læknavísundum í Føroyum

Fróðskaparsetur Føroya hevur ambisjónir um at víðka um tilboðini og virksemið innan heilsuvísundaligu útbúgvingarnar og ætlar eisini at vita, um tað ber til at stovna eina nýggja føroyska læknavísindaliga grundútbúgving.

Hetta skrivar Sosialurin í gjár.

Nýggjar samstarvsavtalur eru gjørdar millum Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs – og Almannaheilsu, og í gjár var freistin úti at søkja tvey vísindastøv innan sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum.

- Vit ynskja eitt tættari samstarv við Landssjúkrahúsið, millum annað viðvíkjandi útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing. Vit hava jú frammanundan samstarv um tey sjúkrarøktarfrøðilesandi, sum øll taka kliniska partin av útbúgvingini á millum annað Landssjúkrahúsinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, við Sosialin.

Men ambisjónirnar røkka longur enn til granskingarsamstarv og at økja talið av sjúkrarøktarfrøðilesandi. Umframt fleiri onnur samstørv í avtaluni snýr ein partur av henni seg um at kanna og lýsa, hvussu ein grundútbúgving í læknavísindum kann skipast í Føroyum, og hvussu fram­haldsútbúgvingin kann tryggjast í samstarvi við útlendsk universitet.

- Ja enn eru tankarnir viðvíkjandi læknavísindaligu grundútbúgvingini á byrjanarstigi, men teir eru grundaðir á, at tað er ein vaksandi áhugi millum fólk, ið ynskja at lesa innan heilsuøkið, sigur Sigurð í Jákupsstovu.


Meira ber til at lesa um hetta í Sosialinum, sum kom út í gjár.