Umhugsaði egna fyritøku - men endaði hjá Ansni

- Virksemið hjá Ansni í Suðuroy hevur verið rikið rættiliga lokalt, sigur Signar Strøm.

 

 

Signar Strøm, ið er vágbingur, sum býr á Tvøroyri, hevur starvast sum vaktarmaður og umsitari fyri Ansni í Suðuroy síðan á heysti í 2014. Fyrsta vaktin hjá honum var nevniliga hin 20. oktober í 2014.

- Sum eykapolitistur gekk eg og hugsaði um at fara í holt við eina fyritøku, sum kundi veita tænastur í Suðuroy við eitt nú vaktarhaldi. Eg kom í prát við Helga Justinussen, stjóra og eigara av Ansni.

Signar Strøm vísir á, at í sínum starvi sum eykapolitistur visti hann eitt sindur um virksemið hjá Ansni, og teir báðir snakkaðu saman í eina tíð. Endin var, at hann kom í starv hjá fyritøkuni við ábyrgd av vaktarhaldi og tænastum annars í Suðuroy.

Hann sigur, at virksemið hjá Ansni í Suðuroy hevur verið rikið rættiliga lokalt, og aftrat sær til hjálpar hevur hann tvey fólk, sum loysa av, tá hann hevur frí.

- Hetta hava í fleiri førum verið miðnámsskúlanæmingar, men í dag eru hjálparfólkini, Bogi Petersen, sum býr á Tvøroyri og Jensa Nielsen, sum býr í Froðba. Tey eru bæði í øðrum arbeiði, men loysa serliga av um vikuskiftini.

Í starvinum fyri Ansni hesi árini hevur Signar Strøm eisini tikið sær av eitt nú setanarsamrøðum, og tá neyðugt hevur verið at loyst fólk úr starvi, hevur hann eisini tikið ta uppgávuna á sín kappa.

- Soleiðis arbeiða vit rættiliga sjálvstøðugt her suðuri, leggur hann aftrat.

Umframt fleiri ansingaruppgávur og eftirlit við eitt nú ávaringarskipanum, tjóvarískipanum, lásaskipanum og hjartastartarum, sum Ansni er tænastuveitari til, er uppgávan eisini at vera parkeringsvørur í Sumbiar kommunu.

- Flestu av uppgávunum hjá Ansni í Suðuroy eru uppgávur, sum vit gera í kvøld-og náttartímunum, men uppgávan sum p-vørður í Sumbiar kommunu verður fyri tað mesta røkt eftir tørvi, og meðan dagur er.

Tað ljóðar kanska eitt sindur ótrúligt, at Sumbiar kommuna hevur skipaða parkering, men Signar Strøm vísir á, at hin stóri trupulleikin her var, at tað kundi vera trupult hjá eitt nú bussum, oljubili og størri akførum at sleppa ígjøgnum smølu gøturnar í bygdunum.

- Bussur koyrir til bygdirnar fleiri ferðir um dagin, og tað er so skjótt, tá vegirnir eru trongir, og bilar standa illa parkeraðir, at okkurt spegl brotnar - ella onkur bugla kemur á bilin, sigur hann.