Umhugsa at krevja endurgjald frá Havnar Arbeiðsmannafelag

Havnar Arbeiðsgevarafelag vil hava at vita, um verkfallið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag er ólógligt. Í Havnar Arbeiðsmannafelag missa tey ikki svøvnin av hesum

Verkfall

Nú kann tað koma upp á tal, at Havnar Arbeiðsgevarafelag fer at krevja endurgjald frá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Tað umhugsar Havnar Arbeiðsgevarafelag eftir at tað er komið undan kavi, at verkfallið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag kanska er ólógligt.
Í lógunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag stendur, at varar ein arbeiðssteðgur meiri enn 24 tímar, skal málið leggjast fyri limafund, har støða skal takast til arbeiðssteðgin við atkvøðugreiðslu, har vanligur meiriluti ræður.
Men tað er ikki gjørt í hesum føri, nú Havnar Arbeiðsmannafelag hevur verið í verkfalli í fýra vikur.
Havnar Arbeiðsgevarafelag sigur í skrivi til Havnar Arbeiðsmannafelag, at er verkfallið ólógligt, kann endurgjaldskrav verða reist ímóti nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Vit fara við hesum at biðja tykkum boða okkum frá, um tað er rætt, at avgerð nevndarinnar um, at limir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag skulu fara í verkfall, ikki er løgd fyri og góðkend á felagsfundi, og at verkfallið tískil er ólógligt, sigur Havnar Arbeiðsgevarafelag í brævi til Havnar Arbeiðsmannafelag .
? Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur eisini noktað limunum at sleppa at taka støðu til semingsuppskotið á frumatkvøðu.
Eftir umstøðunum væntar Havnar Arbeiðsgevarafelag at fáa svar beinanvegin.
Er verkfallið ólógligt, tekur Havnar Arbeiðsgevarafelag sostatt fyrivarni fyri at krevja endurgjald frá Havnar Arbeiðsmannafelag og teimum einstøku nevndarlimunum sjálvum.
Alt hetta tekur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag púra róligt.
?Hasum eri eg yvirhøvur ikki nervøsur fyri, sigur Hans Joensen.
Hann heldur, at heldur Havnar Arbeiðsgevarafelag at teir eiga at stevna Arbeiðsmannafelagnum, so skulu teir bara gera tað.
? Men eg haldi, at hetta er eitt tekin um, at nú vita teir ikki, hvat teir skulu gera so nú stendur illa til hjá teimum.

Taka tað púra róligt
Annars heldur Hans Joensen, at skal Havnar Arbeiðsmannafelag standa saman við hinum arbeiðarafeløgunum, er grein 31 er eitt haft um beinið á felagnum .
Tað er lógin sum sigur, at varar ein arbeiðssteðgur longri enn 24 tímar, skal tað leggjast fyri limafund at taka støðu til við atkvøðugreiðslu, har vanligur meiriluti ræður.
Tí fer hann at royna at fáa grein 31 strikaða úr Lógum felagsins.
Tað fer hann at mæla limunum til at gera, men hann ásannar eisini, at tað krevst undirtøka frá limunum til at gera tað.
Tað, hann hugsar um, er, at onki av hinum feløgunum hevur eina slíka grein í lógunum og tað skapar óneyðugt rumbul og óneyðugar tvørleikar, skal Havnar Arbeiðsmannafelag hvørja ferð leggja slík mál fyri limafundir.
?Ein skuldi trúð, at verður nevndini álagt at samráðast hava limirnir samstundis víst henni álit og givið henni heimild til at taka avgerðir til semingsuppskot og arbeiðssteðgir,sigur Hans Joensen