31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur í fleiri
Norðanlondum.
- Lýs er vorðin ein stórur trupulleiki fyri smábørn, skúlabørn og vaksin.
Gigni - Heilsufrøði til børn og ung og Apoteksverk Føroya eru tí farin í samstarv um eitt landsumfatandi átak um at basa lús. Átakið nevnist ?Lúsakríggj? og verður tann 31. januar 2010.
- Vit vilja við hesum varpa ljós á lýs, bæði í fjølmiðlunum og á øllum barnagørðunum í landinum sama dag, sigur Gigni í tíðindaskrivi.
Øll barnagarðsbørn fara tí í hesum mánaðinum at fáa hvør sín posa við lúsakambi og faldara við kunning um lús og viðgerð.
Fyri at steðga smittuni av lýs er neyðugt, at øll børn verða kannaði sama dag.
- Tí fara vit við hesum átaki at heita á foreldur um at kemba barni teirra vikuskifti 31.
januar 2010, verður sagt í tíðindaskrivinum.