Umfatandi kanning av alilaksi

Fóðurframleiðarin EWOS og norski granskingarstovnurin Akvaforsk fara nú í juli undir eina umfatandi góðskukanning av føroyskum alilaksi. Hetta er tann størsta og mest umfatandi kanningin av laksi í Føroyum nakrantíð, og hon skal millum annað vísa broytingarnar í laksinum yvir eitt longri tíðarskeið

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Í farnu viku gjørdu fóðurfyritøkan EWOS og norski granskingarstovnurin Akvaforsk eina avtalu um eina umfatandi góðskukanning av føroyskum alilaksi. Kanningin fer fram í tvey ár.

Atli Gregersen, umboðsmaður fyri EWOS í Føroyum, sigur, at hetta er ein kanning, sum tey hava havt í umbúna eina tíð, og at nú verður farið í gongd við hana.

- Vit hava í nógv ár gjørt kanningar av føroyska alilaksinum, men hetta hevur oftast verið royndir sum eru tiknar í samband við tøku. Men nú vilja vit fylgja laksinum í tvey ár. Millum annað vilja vit taka royndir av vár- og heystsmoltinum í ár, og so fylgja tí.


Betri mynd

av laksinum

Umstøðurnar at gera eina so umfatandi kanning eru ikki í Føroyum. Tí hevur EWOS leitað sær hjálp hjá norska granskingarstovninum Akvaforsk, ið liggur í Ås uttan fyri Oslo. Ein av granskarunum har er Turið Mørkøre úr Klaksvík

- Við at fylgja við laksinum í eitt longri tíðarskeið, kunnu vit meir nágreiniliga finna út av, hvussu góðskan á laksinum er, og hvørjar broytingar fara fram frá árstíð til árstíð, sigur Turið Mørkøre.

Hon verður ein av teimum, sum skal gera kanningar og vera við til at geva EWOS eina betri mynd av føroyska alilaksinum. Men hesi úrslit vilja í aðru atløgu koma føroyskum alarum til góða, tí EWOS kann og vil brúka kanningarúrslitini til at tilpassa fóðurið til føroysku alararnar.

- Líknandi kanningar í Noregi hava víst, at laksurin eigur at fáa ymiskt fóður, tá tað er heitt í sjónum samanborið við fóður sum verður givið tá tað er kaldari í sjónum. Ymiskt fóður økir møguleikan fyri at fáa best møguligan vøkstur og góðsku á laksinum. Eisini eigur framleiðsluhátturin at lagast eftir, hvar alibrúkini liggja. Árstíðin vísir seg eisini at hava nógv at siga fyri góðskuna, sigur Turið Mørkøre.

Kanningar skulu sum sagt gerast av ársins vár- og heystsmolti. Kanningin byrjar nú í juli, og síðani skulu kanningar gerast av laksinum annanhvønn mánað í umleið 18 mánaðir.

Tey sum koma at standa fyri kanningunum eru fyri EWOS Atli Gregersen og Sólrun Gregersen. Fyri Akvaforsk skulu fyrst og fremst norðmaðurin Kjell-Arne Rørvik og Turið Mørkøre standa fyri kanningunum.