Í morgin fer Teistin, ið vanliga røkir Sandoyarleiðina á beding, og tað hevur við sær eina umfatandi broyting í ferðaætlanini hjá stovninum, nú kabalin skal leggjast av nýggjum.
Meðan Teistin er á beding frá 26. apríl til 15. mai, fer Ternan at røkja siglingina á Sandoyarleiðini og Jósup og Sildberin røkja siglingina á Nólsoyarleiðini, meðan Sam ger farmatúrar til Nólsoyar týsdagar og hósdagar, upplýsir Strandferðslan á teirra heimasíðu.
Væntandi kemur Teistin aftur av beding 15. mai, og fara skipini aftur at røkja vanligu farleiðina tá. Inntil tá verða fylgjandi broytingar galdandi.
Sandoyarleiðin og Hestleiðin 26/4 – 15/5
Ternan fer at sigla smbr. galdandi ferðaætlan á Sandoyarleiðini og Hestleiðini.
Nólsoyarleiðin 26/4 – 15/5
Frá týsdegnum 26. apríl til og við leygardagin tann 30. apríl siglir Jósup á Nólsoyarleiðini.
Frá sunnudegnum 1. mai til sunnudagin tann 15. maj siglir Sildberin á Skúvoyarleiðini.
Siglt verður smbr. galdandi ferðaætlan á Nólsoyarleiðini, undantikið Kristi Himmalsferðardag tí tá verður siglt sum fríggjadag.
Farmasigling á Nólsoyarleiðini 26/4 – 15/5
Sam ger farmatúrar týsdagar og hósdagar og siglir av Havnini kl. uml. 11:00 og úr Nólsoy kl. uml. 12:00
Týsdag: 3/5, 10/5,
Hósdag: 28/4, 12/5,
Fríggjadag: 6/5 kl. 13:00 av Havnini og kl. 14:00 úr Nólsoy.
Skúvoyarleiðin 1/5 - 15/5
Súlan siglir smbr. galdandi ferðaætlan á Skúvoyarleiðini.
Kalsoyarleiðin 26/4 – 14/5
Fríggjadag 6/5: Avloysaraskip siglir túrin av Klaksvík kl. 14:50 og úr Syðradali kl. 15:10









