Skúlabygging
Oyrarbakka:
Felagsskúlin á Oyrarbakka stendur fyri eini umvæling upp á einar 20 miliónir krónur. Talan er um neyðugar umvælingar, nú skúlin skjótt er 30 ára gamal. Tað er, sum hjá flestu skúlum í landinum, nýggja Fólkaskúlalógin, sum ger tað neyðugt við útbygging.
Tað verður ein umfatandi umbygging, farið ætlandi verður undir, sigur formaðurin fyri stýrið fyri Felagsskúlan á Oyrarbakka, Sofus Johannesen, borgarstjóri við Gjógv.
Sjálv verkætlanin er ikki endaliga samtykt enn, sigur hann. Hon hevur verið viðgjørd í stýrinumog er nú send avvarðandi instansum til ummælis.
Umstøðurnar hjá lærarunum á skúlanum skulu gerast betri. Sjálv lærarstovan skal flytast, og fyrireikingarhølini hjá lærarunum skulu betrast munandi. Eisini skulu fyrisitingarhølini umbyggjast.
Flestu skúlastovurnar skulu umvælast, og nýggj høli skulu byggjast til tónleikaundirvísing og til tey handaligu fakini so sum træ- og jarnsmíð.
Rúm skal gerast til heilsusystur og aðrar vegleiðarar, sum koma á skúlan.
Lívfrøði- og alisfrøðistovurnar skulu leggjast saman, soleiðs at tær verða útjgørdar við felagsborðum eins og royndartólum og tí, sum krevst.
Miðhøllin skal gerast størri og arbeiðsligari. Har skal gerast møguligt at hava royndir og uppihaldsrúm til næmingarnar.
Svimjihøll
Svimjihøllin stendur eisini fyri tørni. Hon skal annaðhvørt umbyggjast, ella skal heilt nýggj svimjihøll byggjast, sigur Sofus Johannesen, nevndarformaður.
Svimjihylurin í Felagsskúlanum á Oyrarbakka er sera lítil. Hann er bara 16 metrar langur, og hálvanannan metur djúpur, har hann er djúpast. Hann er tí ikki serliga væl egnaður yvirhøvur, og kann als ikki brúkast til kappingar.
?Ynskiligt hevði verið at fingið ein rættiligan hyl, sigur Sofus Johannesen, sum vísir á, at um ein kappingarhylur var á Oyrarbakka, nú bæði ítróttarhøll og fótbóltsvøllur eru á Eiði, var økið rættiliga væl fyri til at hýsa ítróttinum.
Um samtykt verður at fara undir at gera nýggjan svimjihyl, kunnu hølini, har hylurin nú er, umbyggjast til tónleika- og handaliga undirvísing. Tá fer tann um byggingin at kosta umleið eina millión. Men so fer tað at kosta væl meira at byggja nýggja svimjihøll.
Verður svimjihylurin, sum nú er, umvældur, skal nýtt byggjast til tónleik og smíð, og tað fer væntandi at kosta einar fimm milliónir tilsamans, sigur Sofus Johannesen.
?Tí er tað, at vit rokna upp á, hvørja loysn vit skulu velja, sigur hann. Tað verður væl dýrari at byggja nýggja svimjihøll, men tann samlaða loysnin verður tá betri, heldur hann.
Hann leggur tó dent á, at als eingin endalig avgerð enn er tikin um, hvussu verður við svimjihøllini.
Men umbyggingin annars fer í gongd í hesum árinum. Í grundini er hon byrjað í og við, at køkurin var ávegis umvældur í vetur. Hann verður gjørdur endaliga liðugur i summar. Øll umvælingin fer at verða gjørd í tveimum ella trimum umførum, sigur Sofus Johannesen.
Alt í alt fer umvælingin at kosta góðar 20 milliónir krónur, sigur Sofus Johannesen. Tó velst um, hvussu verður við svimjihøllini. Verður hon byrgd av nýggjum, veður tað nakað sýrari, væntar hann.
Nýggjur sáttmáli
Avtalan, kommunurnar høvdu um Felagsskúlan, gekk út á nýggjárinum, tá nýggja skúlalógin kom í gildi.
Arbeitt hevur verið við eini nýggjari avtalu, sigur Sofus Johannesen. Hon er við at koma undir land, og fer at líkast teirri gomlu rímiliga nógv, sigur hann.
Hann sigur, at tað ætlandi skal gerast lættari hjá øðrum kommunum at koma upp í skúlasamstarvið, og at tosað er við Funnings og Elduvíkar Kommunur um samstarv. Annars eru tað somu kommunurnar, sum í dag eru í samstarvinum, sum fara at gera nýggjan sáttmála, sigur nevndarformaðurin.
Fyrsti skúlaflokkurin í Felagsskúlasamtakinum á Oyrarbakka byrjaði eftir summarfrítíðina í 1971. Tey tóku realprógv á sumri 1974. Í fyrsta flokkinum byrjaðu 27 næmingar.
Í dag ganga 118 næmingar á skúlanum. Í løtuni eru 14 lærarar á skúlanum. Av teimum arbeiða nakrir niðursetta tíð.