Umboðsráðið í Norðoya Sparikassa er nú mannað av nýggjum. 39 limir eru í ráðnum. Tað verður valt fjórða hvørt ár, og hetta var fyrsta valið, síðani skipanin varð broytt soleiðis, at tað varð farið frá fleiri økjum og til tvey øki – Norðoyggjar og Føroyar annars og útlond. Fyri Norðoyggjar eru 28 og fyri Føroyar annars og útlond eru 11 í umboðsráðnum.
Umboðsráðið er hægsti myndugleiki í Sparikassanum. Tað er umboðsráðið, sum á árliga umboðsráðsfundinum góðkennir ársfrágreiðingina og roknskapin, og tað er umboðsráðið, sum á hesum fundinum velur nevndina í Sparikassanum.
Síðsta freist hjá ábyrgdarunum at velja var í hesum umfarinum í gjár, og á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa verður upplýst, at hesi nú manna umboðsráðið:
| NORÐOYGGJAR | ||
| Valevni | Bústaður | Bygd/býur |
| Alexandur Joensen | undir Fossum 11 | 700 Klaksvík |
| Andreas D. Josephsen | undir Brúnni 53 | 700 Klaksvík |
| Elsubeth Poulsen | undir Hálsi 20 | 700 Klaksvík |
| Erling Petersen | Torvgøta 29 | 700 Klaksvík |
| Frimodt Rasmussen | Flatnavegur 6 | 725 Norðoyri |
| Hans Arni B. Thomsen | undir Brúnni 39 | 700 Klaksvík |
| Hans Pauli Ziska Jacobsen | við Mylnutún 2 | 700 Klaksvík |
| Hanus P.N. Kjølbro | Heygavegur 4 | 750 Viðareiði |
| Heini Ósá | við Mylnutún 12 | 700 Klaksvík |
| Hergerð Ziskason | Kráargøta 9 | 700 Klaksvík |
| Hilmar Kalsø Danielsen | Skarðsvegur 17 | 700 Klaksvík |
| Jean Dela Cruz Guðjonsson | Selheygsgøta 9 | 700 Klaksvík |
| Jógvan Kallsgarð Joensen | Eystan Garð 14 | 700 Klaksvík |
| Jóhanna á Tjaldrafløtti | Uppsalagøta 54 | 700 Klaksvík |
| John Mortensen | oman Eið 3 | 700 Klaksvík |
| Karl Heri Joensen | Oyravegur 16, Gravarbøur | 700 Klaksvík |
| Katrin Næs | Sundsvegur 97 | 740 Hvannasund |
| Kristian Martin Rasmussen | Traðagøta 10 | 700 Klaksvík |
| Leif Heimustovu Johannesen | Marknavegur 4 | 700 Klaksvík |
| Louisa Eliasen | undir Brúnni 1 | 700 Klaksvík |
| Markus Tummas Fróði á Gravarbø | Oyravegur 18, Gravarbøur | 700 Klaksvík |
| Niels Viderø Petersen | undir Hálsi 29 | 700 Klaksvík |
| Óli Matras Lassen | Garðavegur 49 | 700 Klaksvík |
| Olivur Thomsen | Nólsoyar Pálsgøta 24 | 700 Klaksvík |
| Rúni Heinesen | Mylnugøta 36 | 700 Klaksvík |
| Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu | Bakkavegur 12 | 785 Haraldssund |
| Steffan Rosenlund | Jørundsgøta 43 | 700 Klaksvík |
| Victor Nielsen | Vágstún 2 |
700 Klaksvík |
| FØROYAR ANNARS OG ÚTLOND | ||
| Valevni | Bústaður | Bygd/býur |
| Gullak Fróði Gullaksen | Bóndagerði 4 | 520 Leirvík |
| Hans Jákup Langgaard | Fløtugerði 13 | 520 Leirvík |
| Heri Signar Nolsøe | Ennivegur 43 | 530 Fuglafjørður |
| Jenny Høgnesen | Leitisvegur 30 | 600 Saltangará |
| Jóannes Hansen | Høganesvegur 63 | 650 Toftir |
| John P. Danielsen | Støðlagøta 3 | 160 Argir |
| Meinhard Eliasen | millum Gilja 135 | 188 Hoyvík |
| Mortan Johannesen | Torfinsgøta 44 | 100 Tórshavn |
| Símun Absalonsen | Sleipnisgøta 12 | 100 Tórshavn |
| Tórbjørn Jacobsen | Glyvravegur 33 | 625 Glyvrar |
| Torleif Joensen | Lauritsargøta 7 | 100 Tórshavn |











