Løgtingsins umboðsmaður verður settur í fimm ár hvørt skeið, og verandi skeið endar við árslok í ár. Sólja í Ólavstovu hevur røkt sessin sum løgtingsins umboðsmaður síðani 1. januar 2006, tað vil siga í tvey fimm ára skeið.
Tað er løgtingið, ið setir umboðsmannin, og siðvenja er, at avgerðin, um hvør skal røkja starvið verður einmælt samtykt, ella í øllum førum, at eingin atkvøðir ímóti.
Ósemja tykist tó nú vera um, hvør skal røkja starvið í næstu setu. Sum skilst vilja partar av løgtinginum at Sólja í Ólavstovu heldur fram, meðan aðrir vilja, at starvið verður lýst leyst. Hesir seinnu siga seg ikki vera ímóti, at Sólja í Ólavstovu heldur fram, men halda tó, at starvið eigur at lýsast leyst kortini.
Ting.fo skrivar, at løgtingsformaðurin, sum skipar tilgongdina, hevur havt fund við floksformenninar, men enn er eingin semja funnin.