Umboðsráðsvalið hjá Tryggingar­felagnum Føroyar

»Hví skal eg velja - tað er jú eingin, sum umboðar meg allíkavæl..«

Gunn Reginsdóttir Joensen
----

Soleiðis hugsaði eg, tá eg frætti um umboðsmannavalið til Tryggingafelagið Føroyar. Og eg giti, at tað eru mong, sum hugsa á sama hátt.
Men heldur enn bara at yppa øksl hugsaði eg, at eg bara burdi stillað upp og harvið gerast tað umboðið, eg sjálv havi saknað. Trygg­ingafelagið er jú ein partur av gerandisdegnum, og vit rinda øll stórar upphæddir til felagið.
Eg veit, at eg eri eitt a-typiskt valevni. Eg eri ein ung kvinna. Eg havi hvørki leiðarastarv ella ein leyp full­a­n av nevndarsessum. Eg havi ikki eitt kent navn, sum tryggjar mær atkvøður.
Eg eri hinvegin tað, sum eg sjálv havi saknað: ein púra vanligur føroyingur, sum bara hevur mítt egna, vanliga lív at taka støði í. Og tað er júst hesum málbólkinum, eg ætli mær at arbeiða fyri.
Í mun til Tryggingarfelagið Føroyar eri eg óheft, so eg kann loyva mær at seta krit­isk­ar spurningar og gera mær eina objektiva fatan av støðum og persónum. Eg havi eingi fjald áhuga­mál, fyritøkur ella sam­starvs­avtalur, sum skulu tryggjast. Eg eri ikki bangin fyri at seta býttar spurningar ella at traðka fólk yvir tærnar. Eg ynski at umboða vanliga tryggingartakaran og arbeiða fyri so góðum treytum, sum gjørligt.
Eg leggi meg eftir at vera positiv, erlig og ábyrgdarfull. Eg havi nógv áhugamál, sum eg leggi stóra orku og hjarta í; einki verður gjørt hálvt, og eg royni støðugt at betra um mínar egnu førleikar og evnir.
Eg vil arbeiða fyri, at fokus verður sett á teir hentleikar, sum felagið bjóðar vanliga tryggingartakaranum. Til dømis við innritingar­skip­an­ini á heimasíðuni, har tú lættl­iga skalt kunna gera tær eitt yvirlit yvir tínar tryggingar í mun til tín tørv. Lívið broytist støðugt, og tí skal tað vera lætt at kanna, um tryggingarnar samsvara við tørvin.
Eg vil eisini arbeiða fyri, at nýggj kunning skjótt røkkur út til allar kundarnar. Hetta kann gerast við at brúka sosialu miðlarnar betri og meira málrættað.
Sum tykkara umboð vil eg arbeiða fyri, at allir trygg­ingartakarar eru kunnaðir um teirra rættindi og møgu­leikar fyri at fáa fulla úrtøku úr teimum tilboðum, sum felagið hevur.

Um meg:
* Gunn Reginsdóttir Joensen
* Úr Havn
* 27 ár
* Hjálparfólk og verk­ætl­anarsamskipari í Marga­rinfabrikkini
* Eri í løtuni undir aka­demi­útbúgving á Føroya Handilsskúla
* Havi áður starvast hjá Gallup
* Havi drúgvar royndir sum koreografur, samskipari og verkætlanarleiðari, til dømis hjá stórum tiltøkum hjá Tórshavnar Kommunu, á festivalum og á sangleikum og video­løgum.

Eg bjóði meg fram til umboðs­ráðið, tí eg meti, at ráðið skal endurspegla allar limirnar í Tryggingarfelagnum Før­oy­um - eisini tann púra van­liga tryggingartakaran, júst sum eg sjálv eri, og tí heiti eg á teg um at atkvøða fyri mær. Við mínum virð­um, arbeiðsroyndum og opin­leika, meti eg meg vera eitt gott valevni til ráðið.