Umboðráðsval Tryggingarfelag Føroyar 2014

Bergur R. Dam Jensen
-------

Vanlig hugsan millum manna er at trygging er sera torskilt og turrisligt at skilja. Men øll ynskja at okk­­ara tilvera byggir á ein trygg­an gróðrarbotn, so vit kunna koma so heilskapaði ígjøg­num okkara perónligu tilveru. Trygging er so nógv og tí eru óteljandi háttir, hvussu ein best kann tryggja seg og síni. Tað er tí onki undranarvert, at mong bara taka við tí tilráðing, ið tryggingarráðgevarar mæla kundanum til.
Nú havi eg sjálvur hóast ungan aldur, longu roynt at fing­ið lívshættisligu lungna­sjúku og hevur hetta merkt mín uppvøkstur bæði so og so. Eg eri tí sera til­vit­að­ur um, at ein trygging er lívs­neyðug. Hevur tú familju, ja so er tað sjálvsagt enn meira umráðandi at hava viður­skift­ini í ordan. Tí meti eg, at tað er tíðandi, at tað eru fólk við góðari tryggingarvitan, ið umsitað felagið eftir góð­um tryggingarleistið, men sannuliga eisini umboð, ið ver­uliga eru før fyri at talað fólksins søk, at seta seg í kundans stað.
Eg havi seinastu tíðina hoyrt fleiri, ið eru komin sera illa fyri í góðari trúgv, hava verði tryggaði úr einum endað í annan, men tann dagin ólukkan hendir, er tað sum um tryggingarsamtakið ikki vil kennast við ein tryggingartakara. Òneyðugt er at fara í smálutir, men dømini eg tosi um, eru fólk, ið hava verið tryggjaði í fleiri ár. Hesi fólk hava latið alt sítt álit uppí hendurnar hjá tryggingarveitaranum. Hetta álit verður brotið tá ongin hjálp er at heintað. Tað verður alla tíðina roynt at draga fyrst ein og so tann næsta síðan tann triða og so víðari og so víðari, fyri at sleppa undan ábyrgd av kundanum.
Kann koma við einum dømi, heintað frá mínum dagliga arbeiði sum leiðari í matvøruhandli:
Um ein kundi kemur inn til mín at keypa ein mjólk­arpakka, so hyggja flest eftir hvat slag ein skal hava og um dato er nóg gott. Pakkarnir eru fullir av mjólk. Men skuldi tað hent at hol er á einum pakka, ella skulu vit siga, at ein mjólkapakki t.d. er tómur, so letur kundin ikki gjald fyri hendan pakkan. Hann fær ein nýggjan, tí hann hevur goldið pening til mín fyri ein fullan mjólkarpakka. Somuleiðis fari eg aftur til veitaran hjá mær (MBM) og fái endurgjald fyri tann tóma mjólkapakkan. Man kann í stuttum siga: “Nakað fyri Nakað”. Hetta er ein sjálv­fylgja.
Eg kann sjálvur undr­ast eitt sindur á, at van­ligi borgarin er so lítið kunn­aður um virksemið hjá Trygg­ingarfelaganum. Vit hoyra ómetaliga lítið hvat rørir seg innan trygg­ing­ar­toymið hjá Trygg­ingar­felagnum Føroyar. Tað ein ikki veit, fær ein ikki ilt av verður mangan sagt. Men í hesum føri tosa vit um ein stovn, ið flestu føroyingar eru ein partur av, ein ogn, ið vit tí øll eiga at hava ávirkan á. Tí metið eg, at ein treyt er, at man í mongum førum átti á hoyrt meira til samtakið og virksemið tess.
Hetta er grundgevningin hjá mær, at bjóða meg fram til at umboða tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroy­ar. Tí stilli eg upp.
Valið byrjar 10 febru­ar og skal verða Trygg­ingar­felagnum í hendi sein­ast týsdagin 4 mars. Allir trygg­ingartakarar fáa atkvøðuseðil við postinum í hesi vikuni. Har fylgir ein vegleiðing við hvussu farast skal fram fyri at velja.
Fari við hesum at heita á teg um at velja meg, Bergur R. Dam Jensen 4. umboðið á vallistanum, sum títt um­boð til umboðráðið hjá Trygg­ingarfelagnum Føroyar 2014.
Takk fyri.

Kollafjørður 10 feb. 2014