Umbering til Meinhard Bjartalíð og lurtarar vegna skeiva sending í Kringvarpinum

Leygarkvøldið 11. oktober fór skeiv sending í luftina í útvarpinum.

Talan var um, at ein skeivur partur í røðini “Hitt heilaga evangeliið skrivar", við Meinhardi Bjartalíð sóknarpresti, av misgávum varð sendur. Fleri lurtarar hava gjørt okkum varug við hetta. Slík mistøk eiga ikki at koma fyri, og vit hava tikið neyðug stig til tess at forða fyri, at mistøk av hesum slagi ikki endurtaka seg. Samstundis vilja vit biða Meinhard Bjartalíð og allar lurtarar um umbering fyri mistakið.