Um útoyggjapolitik

Nú útoyggjanevndin er farin til verka, fari eg at royna at leggja meg eitt sindur uppí við hesari skriving. Av góðum grundum verður tað Skúoyggin, eg fari at halda meg til, við tað at har føli eg meg tryggast.

Sum eg skilji á teimum, sum fáast við hettar verk, so dúa tey mest uppá tað, sum er. Hví ikki royna nakað nýtt? Hevði tað ikki verið betur at roynt at stuðla við einum arbeiðsplássi í bygdini? Tað átti at verið eitt ella annað, sum nemt var at føra út á oynna, eg meini við onkra lætta rávøru, so man kundi byrja við nøkrum fáum arbeiðsplássum. Tað vísir seg, sum teir eru so grammir at fáa so nógvar túrar við rutuni sigldar hvønn dagin. Hettar vænti eg ikki kemur at redda nakra situatión, uttan í hásesong um summari til ferðafólk. Fyri at sigla nógv, má man eisini hava nakað at sigla við, og tað vita bæði skúoyingar og onnur, sum fáast við siglingina, at tú mást lata tær noyða við ein túr um dagin eftir sjóvarfalli.
Somuleiðis hevur verið tosað um at fáa uttanbíggja jørðina aftur til tey, sum búgva í Skúgvi. Eg haldi at skúoyingar hava brúk fyri hesum dúligu monnum, sum ferðast dúliga ímillum, og eru av raskastu monnum at røkja bæði seyð, bakka o.a. Fleiri av hesum monnum eru fluttir aftur til Skúoyar, og tað høvdu teir neyvan gjørt, um ikki ognirnar hjá teimum hoyrdu teimum til.
Í Skúgvi verða slaktaðir einir 600 seyðir. Hetta kann ikki geva vinnu til nógvar familjur. Eg rokni ikki við, at man kann roknað við stórt meir enn kr. 500,? pr. slaktaðan seyð, og verður tað ikki meir enn einar kr. 300.000,? netto. So tað verður ikki tað stóra til allar skúoyingar.
Fyri trivnaðin í oynni meti eg, at tað er ógviliga neyðugt við einum bygdahúsið, so fólkið kundi komið saman til ymiskar hugnaløtur. Eitt bygdahús við einum køki, einum passandi sali og onkrum goymslurúmi. Hettar kundi fingist upp fyri ikki so nógvar pengar, og høvdu skúoyingar eisini verðið nógv betur fyri at tikið ímóti ferðafólkið um summarið.
Øll tey ár, eg havi siglt uppá Skúoynna, hevur fólkatalið í kommununi ligið um 90 fólk. Og taka vit so eina bygd sum Dalur, sum liggur um eini 50 fólk, so hava teir eitt sera gott bygdahús, sum er til stórt gagn fyri bygdina.
Í Skúgvi eru í dag 16 børn í skúlaaldri og undir skúlaaldur. Sum fyrr sagt, so meti eg tað vera av stórum týdningi at fara undir eitt arbeiðspláss, so tit ikki missa øll hesi børn av bygdini, táið tey koma uppí arbeiðsár.
Eg fari til stuttleikar at nevna, at táið handan daman úr Klaksvík, sum eg ikki ivist í er eitt skilafólk, bleiv sett sum leiðari fyri útoyggjapolitikkin, kundi eg ikki lata vera við at hugsa, hvat teir gomlu skúoyingarnir, sum eg minnist teir ? teir komu inn til Sands at avreiða fiskin, tað sást ikki inn í eyguni á teimum fyri sjósalti ? hvat mundu teir sagt, um ein vælístandgjørd dáma norðan úr Klaksvík kom og segði teimum, hvussu teir skuldu lívbjarga sær?