Um tíggju ár er ongin flakavinna eftir á landi

Vit fáa alt ov lítið burturúr okkara fiskitilfeingi, heldur Johan Mortensen, vinnulívsmaður og fiskaseljari

Vinnulív

? Vit fáa alt ov lítið burturúr okkara fiskitilfeingi.
Tað heldur Johan Mortensen, vinnulívsmaður og fiskaseljari í eini 25 ár.
Hann heldur, at støðan í Suðuroynni í dag er ikki ein støða, sum er serstøk fyri Suðuroynna.
? Støðan í Suðuroy er ein spegilsmynd av støðuni hjá vinnuni í øllum landinum. Kreppan er bara fyrst komin til sjóndar í Suðuroynni.
Og at vit eru á veg í eina kreppu, ivast vinnulívsmaðurin ikki í, tí tað allarmesta av fiskivinnuni gevur hall.
? Heldur hendan gongdin fram, verður ongin flakavinna eftir á landi í Føroyum um 10 ár. Í fyrsta lagi hava lønir og annar kostnaður gjørt tað ov dýrt at hava flakavinnu á landi og í øðrum lagi tímir ongin at arbeiða í flakavinnuni og tí eru flakafólk eitt fólkaslag, sum er við at doyggja út. Sostatt hava vit eina høvuðsvinnu, sum ongin tímir at arbeiða í.
? Samstund eru tað einir 60 føroyingar, sum lesa til løgfrøðing! Her er ongin samanhangur í heldur Johan Mortensen.
? Ístaðin fyri flakavirki á landi, fara vit at fáa stórar verksmiðjutolrarar, sum skera fiskin umborð. Og harafturat er tað ógvuliga sannlíkt, at hesir trolarar fara at verða mannaðir við fólki úr láglønarlondum.
? Skal gongdin venda, verður neyðugt at gera tað meiri lokkandi at arbeiða á fiskavirkjum. Eg havi verið á fiskavirkjum í Póllandi. Har eru tað akademikarar, sum sita í leiðslunum á fiskavirkjunum. Har eru virkini fult á hædd við okkara, men arbeiðsfólkið fær ikki meiri enn 1500 krónur í løn um mánaðin. Hetta er tað, vit kappast ímóti, antin vit vilja ella ikki.
Hann heldur, at tað er ikki ein spurningur um hetta er ynskiligt ella ikki.
? Hetta er eitt rák, sum er allastaðni í verðini og hetta er eisini ein avleiðing av alheimsgerðini. So antin vit vilja ella ikki, eru vit ein partur av hesi gongdini.
Johan Mortensen sigur, at føroyingar gera heldur ikki nógv fyri at venda gongdini.
? Stjórin í Fiskavirking hevur ferð eftir ferð víst á, at kappingarførið hjá føroyingum er ikki nóg gott, men hann verður tagdur í hel.
? Men veruleikin er, at vit noyðast at taka spurningin um kostnaðarstøðið upp og ein máti er avgjørt at lækka beinleiðis skattin av lønum so at vit koma niður á sama støði sum londini, vit kappast ímóti.

Fiskasøluarbeiðið dottið niðurfyri
Hann heldur eisini, at vit fáa alt ov lítið fyri okkara fiskavørur.
Fiskasøluarbeiðið er at kalla dottið niðurfyri og fiskasøluarbeiðið er nú bara ein viðfáningur av tí, tað var, tí onki fólk er eftir á Fiskasøluni. Fyrr arbeiddu eini 60-80 fólk við at selja fisk. Nú kunnu tey teljast á hondunum.
Fyrr var so stórur áhugi fyri marknaðarrøkt, at landsstýrið hevði Trygva Johansen búsitandi í Italia, har hansara arbeiðið burturav var at røkja marknaðin. Eisini tað datt niðurfyri.
? Skulu vit koma okkum aftur, mugu vit hava eina væl útbygda fiskasølu, sum kann røkka smáum marknaðum og smáum keyparum. Ìstaðin fyri binda vit okkum til nakrar heilt fáar, stórar keyparar, sum at kalla áseta prísin sum teir vilja.
Og so eru flutningsmøguleikarnir alt ov vánaligir.
? Allir grannar okkara flugva fisk á marknaðin hvønn dag. Íslendingar flúgva fisk fleiri ferðir um dagin á marknaðin, so eisini á hesum øki eru føroyingar hopleysir eftirbátar.
Johan Mortensen heldur tí, at landssstýrið átti onki minni enn at álagt Atlantsflog at flogið við fiski úr føroyum.
? Gevur tað hall í fyrstuni, eigur landskassin at spjaða til.
Hann sigur,at Atlantsflog er eitt alment felag, samstundis sum landsstýrið ikki vil loyva fríari kapping á økinum. Tí eigur landið eisini at áleggja Atlantsflogi at flúgva við feskum fiskavørum úr Føroyum, heldur hann. Annars má landsstýrið loyva kapping á økinum.
? Ein fiskaseljari í Danmark kann ferðast Evropa runt fyri nakrar hundrað krónur við einum lágprísflogfelagi. Tað er ein fortreyt fyri at kunna røkja marknaðin.
Annars heldur hann eisini, at tað er eitt frálíkt hugskot at lata nýggja Smyril sigla ein túr úr Føroyum til Aberdeen hvørt fríggjakvøld.
? Tað hevði verið eitt ótrúligt frambrot, tí tað ger Føroyar nógvar ferðir størri. Tað bøtir ikki bara um flutningsmøguleikarnar í sambandi við fisk, men tað er eisini ein rættiliga stórur vinningur fyri ferðavinnuna, einahelst í Suðuroy. Tí var tað var ein óbótagerð at niðurleggja hana fyri einum 8-10 árum síðani.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nøkur loysn at seta gamla Smyril í hesa sigling, tí biladekkið er er ov lágt og tí er hann ikki tíðarhóskandi.
Skal so tað almenna kappast ímóti hinum føroysku flutningsfeløgunum?
? Hvat er eftir av føroyskum flutningsfeløgum? Skipafelagið er selt íslendingum og útlendingar eiga eisini ein stóran part í Smyril Line.
? So eg fer landið upp í flutningskervið, er tað ikki so stór kapping við aðrar føroyingar, heldur Johan Mortensen.
? Høvdu vit fingið loftvegis farmaleið við fiski og beinleiðis flutning úr Suðuroy, hevði tað verið eitt heilt munandi stig fram ímóti at ment fiskivinuna aftur, ikki minst í Suðuroy.
Hann heldur eisini, at vit gera alt ov lítið fyri at granska í fiskamati. Vit eru matvøruframleiðarar burturav, men vit hava onga matvørugransking og vit hava ongan gastronomiskan stovn. Vit gera ikki kókibøkur við fiskamati. Heldur ikki á flogvøllinum er nakarar handil við føroyskum fiski.Vit gera rætt og slætt onki fyri at lýsa við fiskamati.
? Vit hava heimins bestu rávøru, men vit gera onki við hana. Serliga nú marknaðurin er vánaligur, er tað meiri neyðugt enn nakrantíð at gera nógv fyri at marknaðarføra fisk.

Neyðugt at bróta hugburð
Annars heldur Johan Mortensen, at tað er eisini neyðugt at føroyingar broyta hugburð.
? Á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum "Dýrir dropar", helt ein búskaparfrøðingur fyri, at fara føroyingar undir at bryggja sterkt, hevði tað ikki munað nakað serligt, tí tað hevði ikki kastað meiri av sær enn einar 10 milliónir til samfelagið.
? Men eitt virki í Suðuroy sloppið at bryggja brennivín burturúr tí reina vatninum úr Sumbiarbergholinum høvdu einar 10 milliónir í umfar av tí virkseminum, havt sera stóran týdnin í Suðuroy. So tað er avgjørt vert at taka við, heldur enn at leggja tað á borðið hjá einum útlendskum bryggjaríi.
Annars heldur Johan Mortensen, at tað er eisini neyðugt at einskilja tað, sum einskiljast kann.
? Tað eru bara flogvøllurin í Vágum og tann í Rønne, sum eru eftir á almennum hondum. Allir aðrir verða riknir á privatum hondum. Tað skal flogvøllurin í Vágum eisini verða fyri at sleppa tí almenna burturúr øllum haftum. Verður flogvøllurin á privatum hondum, verður hann rikin á handilsligum grundarlagi. Tað verður flogvøllurin í Vágum ikki, tí har eru alt ov fáar tænastur til ferðafólk, ongir handlar, ongin tollfrí søla, ongin barr og onki annað, sum hoyrir einum nútíðar flogvølli til.
Tað, sum hendir í Føroyum er, at búskapurin dettur sundur í stórum bitum. Alingin er farin, farmaskipaflotin og farin og flakavinnan er við at fara sama veg.

Minst 100 milliónir
Hann heldur eisini, at skulu vit fara undir gransking, skulu vit gera okkum greitt, at vit skulu brúka minst 100 milliónir um árið, annars er tað bara fjas.
? Tað eru ikki meiri enn eini 10 ár síðani, at stóra, íslendska felagið, DeCode, ætlaði at fara undir gransking í Føroyum, men tað vildu føroyingar ikki av politiskum orsøkum. Hinvegin hevur Decode vunnið milliardir til íslendska samfelagið hesi seinastu árini.
Men tað mest grundleggjandi av øllum er at vit taka fullveldið. Á eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum nakað síðani, segði ein íslendskur serfrøðingur, at fullveldið varð grundarlagið undir teirri vælferð, sum íslendingar hava nú. Tey, sum hava skapt tað búskaparaliga undurverk, sum Ísland er í dag, eru børnini hjá teimum, sum tóku fullveldi.
Og eitt tað fyrsta, íslendingar gjørdu, varð at gera fría kapping í loftferðsluni og í telesamskiftinum, tí tað mettur teir verða ógvuliga grundleggjandi.
Fullveldið ger, at vit noyast at hugsa øðrvísi. Øll tey skapandi evnini í fólkinum, verða slept leys, tí tá noyðast vit at arbeiða fyri at yvirliva ístaðin fyri at berjast ímóti hvørjum øðrum.
Fyri tað kunnu eiga vit at hava tætt samstarv við danir, tí teir eru eitt tað dugnaligasta fólki í heiminum.
Men vit eru í ríkisfelagsskapinum, gera vit alt ov lítið fyri at fáa gagn av honum. Eitt nú er tað harmiligt, at ongir føroyingar tóku av innbjóðingi at vera við í japan saman við kongshúsinum, sigur Johan Mortensen.