Í 1995 gav Skúlabókagrunnurin út bóklingin »Um livikor føroyinga«. Í innganginum varð sagt, at ein meting er gjørd yvir føstu húsarhaldsútreiðslurnar, men eftir stóð, hvat eitt húski skal hava eftir til mat og klæðir.
Fyri at fáa svara spurninginum, hvussu nógvar pening einum húski nýtist at hava til mat, heitti Granskingarbólkur yrkisfelaganna á Elisabeth Akursmørk og Sigrid Dalsgaard at gera eina haldgóða meting av, hvat tað kostar einum húski at borðreiða við heilsugóðum mati.
Metingin er gjørd við støði í norðurlendskum kosttilráðingum og skuldi givið eina reiðiliga góða ábending um, hvat eitt einsamalt fólk og t.d. eitt húski kunnu klára seg við til matna.
Hjá fakfeløgunum og samfelagnum sum heild, er neyðugt at fáa kannað, hvat heilsugóður kostur er. Tað er vísindaliga prógvað, at maturin hevur sera stóra ávirkan á heilsustøðuna hjá fólki. Ein dagskostur, sum nøktar tørvin til orku og til tey føðsluevni, sum mannakroppurin hevur fyri neyðini, er sera týdningarmikil liður í heilsu- og trivnaðarumstøðum hjá bæði børnum og vaksnum, og tí umfatar hendan kanningin eisini dømi um heilsugóðan dagskost.
Henda kanning kann - eins og fyrra kanningin - nýtast í undirvísingini í samfelagsfrøðiligum evnum, køki o.ø. í framhaldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum.
Hestprest hevur gjørt satsin og permuna. Olivur við Neyst hevur teknað, og Estra hevur prentað.
Bóklingurin er 26 síður til støddar og fæst fyri 30 krónur.










