Síðan fyrsta festivalin í 2002 hevur Petur Asbjørn verið partur av fyrireikingunum á G! festivalinum.
- Mín ábyrgd í ár er at samskipa alt tað praktiska. Tá hugsi eg serliga um tey smærru praktisku tingini. Við øðrum orðum er mín uppgáva at syrgja fyri, at tey smáu problemini ikki blíva størri.
- Eitt dømi er, um nú hegnið koppar, so ringja tey til mín. Ella um tað byrjar at leka onkra staðni, so syrgi eg fyri, at lekin verður tettur, sigur Jógvan Asbjørn.
Drívkraftin handan hugin hjá Peturi Asbirni at vera við í fyrireikingunum er heimbygdin.
- Nógv fólk í bæði Gøtu og Leirvík hava havt við G! festivalin at gera í nógv ár. Man kann siga, at hetta er okkara hjartabarn. Umframt tað so er tað sjálvsagt eisini stuttligt at vera við, sigur Petur Asbjørn
G! festivalurin hevur fleiri enn tíggju ár á baki, so ymiskt er hent við honum hesi árini.
- Størsti munurin á nú og tá er, at vit eru nógv betur skipað nú. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru somu fólkini, sum ganga aftur í fyrireikingunum, og tey fáa øll alsamt meira erfaring, sigur Petur Asbjørn avgjørdur.
Sjálvur ætlar Petur Asbjørn sær eisini at njóta nakrar fríløtur á festivalinum.
- Hæddarpunktið hjá mær verður uttan iva stóra sangløtan leygarkvøldið, sigur Petur Asbjørn.