Um føroyska gransking ? millum kollveltingar og verjurøður

Kim Simonsen

Tað er vert at hugsa um, at vit hvønn dag sjálvboðin góðtaka, at nøkur fá fólk í samfelagnum skulu trútta teirra sjónarmið niður í okkum, at ein lítil felagsskapur av fólkum, ein elita, sum bert hávirðir seg sjávi og onnur frá sama bólki, ikki møtir stórri mótstøðu. Hesum bólki dámar best at gratulera seg sjálvan, ella at halda seg væl goymdan. Tá onkur royna at seta niður á magtgyrndina hjá hesum bólkinum, við t.d. at fara aftur um teirra egnu valdsíðkan, rópa hesi í kórið, eksludera og ekskommunikera kritikarar og intellektuell.
Útbúgvingarheiti geva atgongd til ymisk sosial øki, mest vanligt er. at nógv øki og sosial felt eru stongd fyri tey uttan serfrøðingavitan. Øki, sum læknafrøði, løgfrøði, sálarfrøði o.s.fv. eru vard. Men alt fleiri øki renna saman í dag, so sum t.d. KT, samskifti, fjølmiðlar, PR, leiðsla og gransking. Ein kann hava lisið lítið og einki, okkurt heilt annað og tó enda sum ein serfrøðingur um ein vil.
Nógv fólk halda seg gera okkurt gott við teirra útbúgving, men nógv eru bert kjølfest konservativ vanadjór. Hugsa vit um fjølmiðlarnar og gransking, so er áhugin hjá akademikarinum mangan bert, hvussu fólk uppliva ella skulu skilja t.d. bøkur, film, dans ella sjónleik, men mangan er tað meiri áhugavert at hyggja eftir, hvussu økonomisk og súmbolsk áhugamál kýta seg at framleiða bøkur, ella ávísa gransking. Vanliga hugsa vit, at tað bert eru altruistisk áhugamál aftan fyri at skriva eina fakbók, eina ævisøgu ella eina skaldsøgu t.d., í Føroyum kann tað tykjast so, tí eingin peningur er veruliga at vinna á hesum øki, men kapitalur er annað enn krónur og oyru.
Í ávísum føri er tað bøkur, sovornar frá »veruleikanum«, sum bert eru skrivaðar fyri at forvinna pening, tí tað er ein marknaður. Men sum oftast er søgan tann, at tær ikki selja tað minsta, men kunnu tó »vekslast« til heiður, kanska entá størv og ikki minst súmbolskan kapital. Tað sosiala feltið innan framleiðslu av list og av kritikki er áhugavert, tí her er mangan ein lítil lukkaður skari av fólkum, sum rósa hvørjum øðrum, sum halda onnur vekk, t.d. við tøgn - tá tey vilja verja seg sjálvi og egna støðu. Kritikarar, universitetsfólk og tey, sum sita í heiðursfeløgum, nevndum hava møguleikan, súmbolskan og sosialan kapital til at deila út heiður, góðan kritik, virðislønir og stuðul.
Men teimum dámar ikki, um onkur setur seg at skriva um tey sjálvi. Hetta felt er áhugavert, tí tað er lukkað, og hesi somu fólk siga mangan, at hvat tey gera í hesum felagsskapum, netverkum og vinarbólkum, er uttan áhuga, ella at teirra dómir um tekstir, bøkur ella ein film kann standa fyri seg sjávan, t.v.s, at tað at meta um kritikk og heiðursgávur er einkisigandi.
Ein orsøk til hetta er, at hesi brúka hugtakið um hitt »autonoma« listaverkið, at verkið síðani nýkritikkin hevur einki at siga um »intentiónina« aftanfyri, at spyrja um slíkt er »óvísundaligt«, sum spurningurin um líkheitir í verkunum við veruleikan. Her er tað, at fólk flest ikki skilja, at alt byggir á veruleikan, bert ikki beinleiðis, og at hetta er munurin. Ein stuttsøga eftir ein realistiskan rithøvund sum t.d. Hanus Kamban byggir á veruleikan, men ikki ein vit kunnu útvinna beinleiðis, men óbeinleiðis. Tey, sum halda at tað er eitt 1:1 repræsentatiónsforhold millum veruleikan og list eru í ørviti, tí tað er enn ikki eitt slíkt innan náttúruvísindi. Innan alisfrøðina er flestu alisfrøðingar at tað mesta vit kalla lógir, bert eru modellir, bygd við ástøði og logikki, har hesi tó greiða frá, at okkurt er har úti, handan tað vit 1:1 kunnu fata.
Men hin vegin at uppgeva allan áhuga í veruleikanum, tí vit ikki kunnu nærkast honum, er eisini ein meginfeilur, har man hugsar um okkurt er ósikkurt, so er alt í heiminum helst so. Men var alt »ósikkurt«, hvussu eru vit so t.d. komin til ta hugsan, at alt er ósikkurt, at vit ikki kunnu møta veruleikanum? Tí hann sum veit, at hann ikki veit, og tí veit okkurt, nemliga at hann ikki veit, og at henda vitan er sikkur. Hesin skeptikari stendur á sikrari grund og sær, at onnur, og øll, eiga at ivast, uttan at síggja, at hann undirgravar sítt egna argument.
Soleiðis er vit teim bókmentafrøðingum, blaðfólki og intellektuellum, ið ikki eru áhugað í veruleikanum ella viðurskiftinum millum hendan og umheimin, millum einstaka listamannin, tónleikaran og tey, sum hava »gjørt« hann ella hana kendan. Tað er av áhuga, at fáa allar partar av einum sosialum felti við, um vit t.d. skulu skriva um ein rithøvund, er tað ikki einkisigandi, at eitt ættarlið av kritikarum dámdu hendan høvund, tí hann t.d. kendi teir, endurtók teirra ástøði í sínum verkum o.s.fr.
Tað finnast í søguni talleys dømi um óheldiga samanrenning av slíkum áhugamálum.

Sosial áhugamál innan gransking
»Ein møguleiki er ein opin bardagi millum paradigmur og skúlar. (?) Ein annar er anomi ella resignatión, har øll bert passa sítt, uttan at hava nakað til felags. Bert við eini felags fatan av at ikki blanda seg í arbeiði hjá hvørjum øðrum (?) Ein triði møguleikin er hugkveikjan av mununum, og at menna eina felags fatan.«
Bo Jacobsen, um gransking, 2001.

Innan gransking ganga áhugamálini í allar ættir, alt beinleiðis frá at vilja forvinna milliónir, til at fremja áhugamál fyri áhugabólkar, ella at vinna rættindi fyri minnilutar, kvinnum ella samkyntum.
Hetta seinasta slagið av gransking kann hava stóra samfelagsliga og mentala ávirkan, hugsið t.d. um alla kvinnurørsluna, sum seinastu 30 árini hevur fingið stóra framgongd. Av og á er prísurin tó, at vit gjalda, tá vit para vísindi og hugmyndafrøði, sum er eins stórur, sum tann vit mangan gjalda við at gloyma alla hugmyndafrøði og granskingaretik.
Men her vantar eisini, at øll vísindi torir at venda kikarinum hin vegin og granska seg sjálvan og egnan leiklut í samfelaginum. Vit hoyra altíð, at t.d. samfelagsvísindi roynir at skilja veruleikan, men eins ofta enda hesi fólk við at fordøma, ella við at virðisminka øki til eina politiska keipumynd.
Tað sum Bo Jacobsen sigur í brotinum omanfyri, er at innan ymisk fak er altíð stórt stríð, borið fram av kapping, æru og øvund, sum ikki er lætt at liva við. Ikki minst eru granskarar innan sama øki ósamdir. Tað finnast skúlar, og sonevndar vitans og granskingar paradigmur innan øll fak, eins og ymiskar hugmyndafrøðisligar leiðir og granskingarverkætlanir, ið fyriskipa, hvat er eitt áhugavert objekt fyri granskingina, samstundis sum metodur eru ymiskar. Upprunaliga merkir orðið »metoda« á griskum ein vegur ella vegurin. Fyri granskingina er tað avgerandi, at granskarar læra seg at kjakast um metodur, at læra at siggja, hvussu hesar eru uppbygdar, og duga at tulka sjálva ástøðina tey brúka at tulka við. Her er tað, at heimspekin kemur inn, tí innan vísindaheimspeki eru slíkir spurningar sjálvt evnið.

Gransking ein ævigur bardagi
Kappingin innan øll faklig øki er stór, hetta leggur hald á lívið hjá hesum persónum, alt annað virksemi, so sum t.d. eitt virki intellektuelt lív, ella formidling í fjølmiðlunum, er ofta ikki tíð til. Soleiðis er vísindi og gransking eitt felt, har ein ævigur dystur verður leiktur millum nýggja ástøðið og gransking, tey sum sita á eldri vitan royna at verja hesa mangan. Helst tí tey vilja tryggja sín egna einkarrætt. Eitt vísundaligt øki, ella sum vit rópa tað eitt fak, er oftani bert eitt úrslit av tilvildarligum stovnum, siðum og avmarkingum, sum eru søguligar og hugmyndafrøðisligar. Soleiðis enda fak mangan við at kappast, ella beinleiðis við at royna at avvísa hvørt annað, serliga um fakið kennir seg hótt av øðrum fakum, ella um teirra »støða« í eini stigskipan er hótt, millum onnur fak og aðrar traditiónir. Sannleikin hevur ikki nógva virðing fyri hesi hugmyndafrøði, ið oftani bert vil avmarka sanningaráhugan mótvegis hesum at verja eitt fak, hetta er mangan ein verja. Eingin skal fara inn á hesi øki, og »taka« upp at boða hesa vitan, mangan tí limirnir ikki tíma, vilja ella orka at seta fleiri fak saman, og tí fáa fleiri vinklar lýstar. Soleiðis er søgan hjá øllum fakum eitt úrslit av innanhýsis bardøgum, tilvildarligum planum og avmarkingum mótvegis øðrum fakum.
Mangan er allur vitans kapitalur endaður á fáum hondum, tí vitan livir enn í einum rúmi, har stættarborin áhugamál eru myndugleiki, sum ávísir agentar í tí sosiala feltinum hava fingið einkarrættin til.
Henda semja um at varðveita vald og vitan, t.v.s. sosiala ortodoksi, er oftani bert hótt av kritiskari broyting, av hertodoksi og av teim ungu, sum koma innanifrá og mangan eru noydd at menna undirgravandi álopsætlanir og snildir, fyri at fáa tey ortodoksu at bróta tøgnina, og verja ortoksar fatanir av egnum faki, og at enduruppfinna eina verjurøðu, fyri at endurskapa eina undirtøku, ið eisini tryggjar framhaldandi viðhald og stuðul.
Sum mótstrategi er hetta minni djarvt, og úrslitið er altíð, at ungir granskarar og eldri ikki orka gronina í hvørjum øðrum, inntil tey ungu gerast gomul, og alt byrjar aftur.
Bourdieu tosar um, at innan øll fak er ein »doxa«, ella ein ósøgd vitan, har bæði mótstøðufólk og tey, sum verja onkur sjónarmið, eru samd um tað mesta, sum t.d. at hetta fak er vert at varðveita. Tað er ósannlíkt, at nakar, sum t.d. hevur lisið søgufrøði ella norðurlenska málfrøði, er áhugaður í at niðurleggja hesi fak, øll hesi fólk hava ein áhuga í, at slík sjónarmið skulu berjast niður. Øll sum »spæla« við eru partar av spælinum, og viðurkenna tí sjálvt spælið, tí eru allar fakligar kollveltingar bert lutvísar. Sjálvt teir trupulleikar ella »problem«, sum fak viðurkenna sum verulig innan sjálvt fakið, skulu viðurkennast sum almenn »problem«, at hesi skulu »innskrivast« á listan yvir tey »problem«, sum fakið í søguni hevur havt.

Intellektuella felti og gransking
Tað er sum Pierre Bourdieu sigur, at vit bert skulu góðkenna eina sosiologi, ið ikki vil royna, at skapa eina endaliga ástøði ella samfelagsliga frágeiðing um, hvussu tey intellektuellu skulu skiljast, tí hetta kann brúkast at valdinum til at kúga slík fólk, til at geva ávísum akademikarum vald til at ógildiggera teir spurningar, sum tey intellektuellu royna at seta.
Neyðugt er at hava eina frástøðu til veruleikan, tí akademikarar og intellektuell eru ikki uttan tilknýti ella røtur. Sum oftast eru hesi ein partur av tí stættini í samfelaginum, ið situr á valdinum. Bæði list og vísindi er somuleiðis fest í einum tíðarinnar smaki, har ein skal vita, hvat er frammi og hvussu vit í dag skulu hugsa.
At vita hetta kann frígera fólk, har tey síggja, at tey fáa eina kritiska vitan um, at kunnleikin eisini hevur mark, og at henda vitan er fyritreytin fyri sannari vitan. At økja sína vitan er at økja sína pínu, helt franski filosoffurin, René Descartes, tá ein t.d. skræðir maskuna av brøgdum, falsi og ekspertum sum koma við svikaráðum.
Neyðugt er at lýsa og seta niður á maktgyrndina hjá hesum bólkum við at fara aftur um teirra egnu valdsíðkan, serliga tá hesi vilja útihýsa og ekskommunikera kritikk og hin intellektuella. Neyðugt er eisini at læra fólk um, at ein serfrøðingur mangan er eitt heldur relativt heiti, tí tú kanst altíð finna ein serfrøðing, ið meinar okkurt heilt annað ella tað øvugta av teim, vit hoyra úttala seg í fjølmiðlunum.
Tá fjølmiðlarnir brúka ymiskar serfrøðingar, gera hesi ikki vart við, hví tey gera tað. Nærum øll gransking lívir onkunstaðnis millum verjurøðuna og kollveltingina. Tey fríu intellektuellu eru ikki meiri fræls enn so, at tey eisini hava fyri neyðini at spyrja seg sjálvi, um tey veruliga eru fræls til at gera og siga tað, tey vilja. Og um vit kunnu frígera tey »fríu« intellektuellu? Hin fjórði maðurin í Føroyum, sum William Heinesen tosar um, er maður ella persónur, sum granskingin kann bjóða okkum, men hesin skal vita, at mentunarligt og tjóðskaparligt arbeiði skal fylgjast fram á leið saman við økonomiskum og sosialum arbeiði og lítilætni.

»Tá røtt er um føroyingin, sum hann er í dag, munnu vit helst hugsa um hann, sum stríðist við hondum og gongur undir byrðu, ? hin meiniga mannin, sum stendur mitt í tilverustríðnum og hevur ikki stundir ella ráð til at teoetisera stórvegis«

William Heinesen, 1937

»Hann skal fáa at vita, í tíð og úrtíð at hann er reystir runnin av stoltari og ókúgandi norskari høvdingarót, og breður hann úr ætt, er tað, tí at hann hevur tveitt fyri borð tann gamla góða og undurgerandi og andliga mennandi bóndamatin (hetta er hugnaligt hjá honum at hoyra, tó at hús hansara kanska beint nú av syndarligum óhappi eru seld við tvangsauktión)»

William Heinesen

»Umframt tann rópmikla national- og matromantikaran, sambandsoppurtunistin, ið ringist og sleiskar fyri øllum valdsmonnum, hin venandi ella hóttandi prædikumannin, er eisini ein fjórði maður: ei, ið einki gól ger, men í stillum ger eitt harðvunnið og lønarleyst verk til at veita føroyingum kultur. «

William Heinesen

Keldur
Bo Jacobsen: Hvad er god forskning - psykologiske og sociologiske perspektiver. 2001
Pierre Bourdieu: Hur "folket" anvendes. I: Texter om de intellektuella. 1992
Comment libérer les intellectuels libres? Í: Questins de sociologie, 1980.
La grande illusion des intellectuels. Í: Le Monde Dimanche, 4 maj, 1980