Katrin Hovland Petersen
musikkskúlanæmingur
??????????????????
Hetta lesarabrævið snýr seg um, at blokkurin er skorin niður.
Ná, men nú er tað so hent. Tað, sum tveir av flokkunum ávaraðu móti! Blokkstuðulin fór niður, og so mugu føroyingar skera niður á so nógv ting! Ting, sum eru neyðug!
Okay, soleiðis var støðan, tá ið blokkstuðulin var skorin niður: Vinnulívið gekk bara væl, so væl at vit høvdu yvirskot. Hvat ger so tað gamla landsstýrið, sum var tá? Jújú, teir skera blokkstuðulin niður, so at vit akkurat klára tað! Orsaka mín talimáta, men hvussu dummur kann man vera? Høvdu tit problemir við at hyggja eftir støðuni realistisk? So nú gongur vinnulívið ikki so væl, og hvat hendir??! Vit missa pengar, sum vit hava brúk fyri! Tað gongur út yvir skúlar, nýggja útgerð til sjúkrahús og eisini musikkskúlan! Fleiri fólk verða arbeiðsleys, og tað skal man ikki vera ein ekspertur fyri at vita, at tað ikki er gott, ha?
Høvdu vit ikki koyrt blokkstuðulin niður, so høvdu vit havt 200 milliónir yvirskoti!
Think about that!
Tað verða enn meira børn, ið ikki fáa tann deiliga møguleikan at spæla musikk. Teir flestu musikkskúlarnir eru longu illa útgjørdir við musikkinstrumentum, sum brúkast skal.
Mítt forslag er, at tey, ið vildu fara á »fattiggården« og vildu hava blokkstuðulin niður, at vit ikki lata tey koma til valdið aftur.
Nú mugu vit minnast, at tað var tað gamla landstýri, ið gjørdu hesar feilir, og tað verður tað nýggja landsstýrið, ið kemur at handfara trupulleikarnar, so latið tykkara vreiði ikki ganga út yvir tað nýggja landsstýrið! Til tey, ið vildu hava blokkin niður: Tað eru tykkara børn, ið verða tey, ið líða, um hettar skal halda fram! Tað er for galið, at tykkara stoltheit skal ganga útyvir tykkara børn!!!
Men til tey, sum ikki vildu hava blokkstuðulin niður, haldið tit áfram við tí góða arbeiðinum, tí at tit eru tey røttu til at stýra landi okkara, og tit verða tey, ið koma at redda Føroyar frá at fara fallit seinni!
P. s. til miðflokkin:
Jú, tit stemmaðu blokkin niður. Nú hava tit gjørt ein feil, og nú skulu tit ikki vága tykkum at siga, at tit ikki gjørdu tað! Ikki snúgva tykkum undan ábyrgdini. Um tit so aftur siga, at tit ikki stemmaðu fyri at fáa hann niður, hygg so bert í tingbøkurnar!