Jón Kragesteen
Felagsskapurin fyri fíggjarligum og menningarligum arbeiði, OECD, gjørdi í 1997 eitt tilmæli um, hvussu ferðslutrygdin í einum landi best kann verða løgd tilrættis. Her skal verða gjørdur ein samandráttur av tilmælinum.
1) Í innganginum verður sagt, at ferðsluvanlukkur eiga at verða defineraðar sum ein heilsutrupulleiki.
2) Høvuðsboðskapurin í tilmælinum er, at neyðugt er at seta upp eina hugmynd - eina visión- sum skal lýsa, hvussu ynskt verður, at ferðslan og ferðslutrygdin skal vera í framtíðini. Og skal nakað spyrjast burtur úr, má breið undirtøka vera í fólkinum fyri hugmyndini.
3) Síðani er neyðugt, at finna fram til, hvørjir teir størstu trupulleikarnir eru. Hetta má verða gjørt við neyvum kanningararbeiði, og til hetta er neyðugt at fáa til vega øll viðkomandi hagtøl.
4) Eitt er at hava eina ynskihugmynd ? eina vision at arbeiða fram í móti. Men fyri at koma framá - úr verandi støðu, er neyðugt seta upp smærri málsetingar, sum skulu røkkast í nærmastu framtíð og at seta tøl á, so at týðiliga sæst, um tað gongur framá.
5) Hetta skal eisini verða gjørt hvørt sær fyri tey ymisku vandaøkini.
6) Neyðugt er eisini at gera kanningararbeiði fyri finna fram til bestu framferðarhættirnar, so at tað fæst sum mest burtur úr orkuni, sum skal nýtast fyri at betra um viðurskiftini.
7) Gjørt má verða greitt, hvør ið hevur uppgávuna og ábyrgdina av teimum ymisku økjunum. Her verður hugsað um stovnar og onnur, bæði á landsplani og í lokalsamfelagnum
8) Tá ið ferðslutrygdartiltøk verða framd, má eisini hædd verða tikin fyri, hvussu umhvørvið verður vart. Harumframt má eisini verða tikið við, at ferðslutrygdartiltøkini - í tann mun tað ber til - ikki tarna ferðsluni, so tað tekur longri tíð at koma úr einum stað í annað.
9) Umráðandi er, at ábyrgdin í mestan mun, er á lokalum plani, t.d. hjá kommunum. Á lokalum plani er mangan møguligt at koma fram til skilagóðar loysnir, sum passa júst til tað ávísu bygdina ella býin, og mangan uttan, at tað kostar tað stóra.
10) Fyri at fólk betri skulu skilja tað skilagóða í at gera tiltøk at betra um ferðslutrygdina, er neyðugt at seta kostnaðarætlanir upp, har tað sæst, hvussu nógv tiltøkini kosta og hvat ið fæst afturfyri, at fyribyrgjandi tiltøk verða framd.
11) Skal tað vera gjørligt - veruliga - at betra um ferðslutrygdina í einum landi, er neyðugt, at hvør einstakur samfelagsborgari kennir ábyrgd og letur hoyra frá sær, so at politikkarar og myndugleikar kenna eitt trýst á seg at gera nakað.
12) Neyðugt er allatíðina at vísa á nýggjar framferðarhættir ella tiltøk, sum ikki eru roynd áður.
13) Tá ið talan er um ferðslutrygdartiltøk er sjálvsagt, at tað í fleiri viðurskiftum er neyðugt við góðum og neyvum eftirlitið, so at tær reglur, sum verða settar, verða hildnar. Her verður serliga hugsað um løgregluna - men eftirlitsábyrgdin liggur eisini á øðrum stovnum.
14) Fyri at fylgja við í, um tey ymisku tiltøkini eru framd og ikki minst, hvussu tey hava virkað, er neyðugt er at hava eina eftirkanningarskipan.
15) At enda skal verða nevnt, at neyðugt er at gera eftirmetingar, og hesar eiga at verða gjørdar av fólki, sum eru óheft av teimum stovnum, sum hava fyriskipað tiltøkini.
Grannar okkara í norðurlondum hava í fleiri ár arbeitt eftir slíkum leisti, sum tann her nevndi. Í løtuni er tað serliga ?0-visiónin? í Svøríki, sum er frammi. Ásannast má, at vit í Føroyum hava ikki arbeitt á henda hátt. So her er nakað at fara í gongd við.