Tað gleddi meg, at Kringvarpið fór at senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum. Harvið fingu vit jú kensluna av, at hetta eiga vit øll lut í. Tøkk skal Kringvarpið eiga fyri tað.
Ikki sørt tú rætti teg upp, tá okkara sniðgevar vístu okkum, hvat tær duga. Tað var stuttligt at síggja, - og flott eisini. Bundnu troyggjurnar vóru sera vakrar.
Síðan komu ymsu tættirnir hvør eftir øðrum: føroyskur barnadansur, solodansur, føroyskur tónleikur, sangur o.s.fr. Fjølbroytt og gott. Stuttligt at síggja filmklippini úr søgu Norðurlandahúsins. Tú eins og fleyg ígjøgnum hesi 25 árini. Tað var væl samansett.
Og vit fingu ordiliga at síggja, hvussu væl stóra ljósútgerðin riggar, tá dugnaligar hendur standa fyri. Sjónvarpið vísti eisini, hvat tey megna. Vit fingu allan pallin við, - bæði nærmyndir og í fjarstøðu. Frálíkt.
Eg frøddist um løtuna og var so væl nøgd við alt, tá vertirnir søgðu farvæl og takkaðu fyri seg. Men tá kom eitt uppískoyti, sum spilti kvøldið. Tað var á so lágum støði, at hatta var betur ógjørt. Spell, at fyrireikararnir valdu ein so slíkan enda á einum annars frálíkum kvøldi.
---------------------
Og nú frættist, at stórt barnatiltak verður í Havn í juli við ymsum undirhaldi.
Ein av teim, sum stendur fyri hesum tiltaki, er júst ein partur av uppískoytinum, sum endaði kvøldið í Norðurlandahúsinum. Hvat stendur so børnunum í boði?
Við tøkk fyri upptøkuna.