Um 23.700 løntakarar seinastu tríggjar mánaðirnar

Nú tøl um løntakarar eru dagførd til og við januar 2013, ber til at staðfesta, at tað hevur ongin broyting verið seinastu tríggjar mánaðirnar, tað eru um 23.700 løntakarar.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Tá hugt verður eftir løntakarum eftir vinnugrein, er frægasti hátturin at samanbera við sama mánaða árið fyri. Hetta tí at tað ber ikki til at árstíðarjavna eftir vinnugrein.

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.