Týski Jan Ullrich sigur, at hann í ár er betri fyri, enn hann nakran tið hevur verið undan Tour de France súkklukappingini.
Eg kenni á mær, at eg nú eri uppi á 95% av toppforminum, og ikki 80%, soleiðis sum eg annars plagi at vera um hesa tíðina.
Ullrich vann Tour de France í 1997, men síðani hevur gingið striltið við at halda somu hæddirnar. Ikki minst tí hann ofta hevur lyndi at fáa dekan ov nógv kilo upp á kroppin vetrarmánaðirnar.