Ulliba er nátakongur í Nólsoy 2014

Leygarkvøldið skipaðu nólsoyingar fyri stórari nátaveitslu, har ikki færri enn 100 fólk sótu til borðs.

Nólsoyingar duga at hugna sær og taka sær av løttum, tá høvið býðst. 

 

Leygarkvøldið varð skipað fyri stórari nátaveitslu í ungmannafelagshúsinum Royndini, har fullteknað var, og umleið 100 fólk sótu til borðs.

 

Tað var Virgar Joensen, sum hesaferð hevði latið allar nátungarnar til veitsluna ókeypis. Hóast hann bara hevur eina hond, fekk hann stívliga 800 nátungar í heyst.

 

Á veitsluni var sangur, skemt og røður, og nólsoyingar høvdu eisini vælmannað orkestur við til at spæla undir felagssangin.

 

Nátakongur 2014 varð kosin, og her vísti tað seg, at Juul Margeir Jacobsen, vanliga róptur Ulliba, hevði fingið flestar nátungar í ár, stívliga 1100 í tali.

 

Næstur honum var Virgar Joensen, sum í ár fekk stívliga 800 nátungar og soleiðis fekk aðru virðisløn á veitsluni.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at fólk hugnaðu sær í ungmannafelagshúsinum til langt út á náttina.

 

Viðhefta mynd er av facebook-síðuni hjá nólsoyingum - Nólsoy í myndum - og tað er Evy T. Nielsen, sum eigur myndina av nátakonginum.