Ukrainskt felag keypt Cimber Sterling

Ukrainska íløgufelagið Mansvell hevur keypt 70 prosent av danska flogfelagnum Cimber Sterling fyri 165 milliónir krónur. Handilin ber í sær, at Mansvell skal bjóða upp á hini partabrøvini í felagnum, men Fíggjareftirlitið kann gera frávik frá teirri regluni.

Cimber Sterling hevur verið í stórum fíggjarligum trupulleikum í seinastuni, og felagið ásannar, at tað hevði ikki annað í at velja enn at góðtaka keypstilboðið frá Mansvell, tí eginpeningurin í felagnum er mistur.

Cimber Sterling er ikki tað fyrsta keypið hjá Mansvell í Norðurlondum. Fyri stuttum keypti ukrainska felagið svenska felagið Skyway og City Airline í Göteborg.