Ukrainskir politikarar vilja fegnir hýsa Eurovision

Ukrainski mentamálaráðharrin er longu farin at hugsa um, hvar í Ukraina, Eurovision songkappingin kann vera

 

 

Ukrainsku Kalush Orchestra, sum vunnið Eurovision í gjárkvøldið, vilja gera alt, fyri at Ukraina kann verða vertur fyri Eurovision í 2023. - Foto: Yara Nardi/Reuters

Ukrainski mentamálaráðharrin, Oleksandr Tkatjenko, sigur, at hann longu er í ferð við at hugsa um støð í Ukraina, har Eurovision kann haldast næsta ár.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Í gjárkvøldið vann krígsrakta Ukraina Eurovision og harvið eisini uppgávuna at vera vertur næsta ár.

Ivi er tó uk, um Ukraina kann vera vertur fyri Eurovision vegna støðuna í landinum, har Russland gjørdi innrás í februar..

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, trýr eftir øllum at døma uppá, at landið verður ført fyri at verða vertur fyri stóra tiltakinum næsta ár.

– Heimurin er hugtikin av dirvi okkara, tónleikur okkara hertekur Evropa! Næsta ár er Ukraina vertur fyri Eurovision, skrivar hann í uppslag á Facebook.

Martin Österdahl, sum hevur evstu ábyrgdina fyri Eurovision, viðgongur, at tað kann vera ein avbjóðing fyri Ukraina at verða vertur fyri Eurovision 2023.

– Vit ynskja Ukraina og Kalush Orchestra tillukku við sigrinum og fantastisku framførslu teirra.

– Nú fara vit at leggja til rættis 2023 við sjónvarpsstøðini hjá vinnandi landinum, UA:PBC. Tað er greitt, at nakrar serligar avbjóðingar eru í mun til vertsskapið fyri næstu Eurovision, sigur hann í eini fráboðan frá Eorpean Boradcasting Union (EBU), sum stendur fyri Eurovision.

Hann sigur tó, at tey arbeiða saman við UA:PBC fyri at tryggja mest hóskandi karmar til Eurovision næsta ár.

Ukrainsku vinnararnir, Kalush Orchestra, trúgva eisini uppá, at landið kann verða vertur fyri stóra tiltakinum næsta ár.

– Næsta ár fer Ukraina við gleði at vera vertur fyri Eurovision og øllum Evropa í tí nýggja, savnaða og fegna Ukraina.

– Tað er ov tíðliga at tosa um ætlanir okkara, men vit fara sjálvandi at gera alt, sum er gjørligt, fyri at fáa næsta Eurovision at vera einastaðni í nýggja, friðarliga Ukraina, sigur bólkurin á tíðindafundi eftir sigurin.

Í løtuni er ikki gjørligt hjá Ukraina at vera vertur fyri Eurovision, tí landið er í undantaksstøðu.

Tað merkir, at eingi stór tiltøk kunnu vera, og at tað er útgonguforboð í pørtum av landinum um kvøldið.

Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Eurovision, at eitt krígsrakt land hevur vunnið.

Tað er tó ikki fyrstu ferð, at eitt land má siga seg ikki ført fyri at verða vertur fyri tiltakinum.

Seinast tað hendi var í 1980, tá Ísrael vann fyri aðru ferð á rað og bar seg undan at vera vertur av fíggjarligum ávum. Holland gjørdist vertur í staðin.

/ritzau/

 

 

 

Ukrainsku Kalush Orchestra, sum vunnið Eurovision í gjárkvøldið, vilja gera alt, fyri at Ukraina kann verða vertur fyri Eurovision í 2023. - Foto: Yara Nardi/Reuters