Ukrainskir landgonguhermenn sigla á Dnipro-ánni fyrr í hesum mánaðinum. Í USA sigur stovnurin fyri kríggj, ISW, at urkainskar deildir eru farnir upp til fýra kilometrar fram eystan fyri ánna. - Foto: Alex Babenko/Ritzau Scanpix

Ukrainski herurin farin um týdningarmikla á í mótálopi

Fleiri frásagnir benda á framstig í ukrainska mótálopinum, har hermenn eru farnir um Dnipro-ánna

Ukrainskir landgonguhermenn sigla á Dnipro-ánni fyrr í hesum mánaðinum. Í USA sigur stovnurin fyri kríggj, ISW, at urkainskar deildir eru farnir upp til fýra kilometrar fram eystan fyri ánna. - Foto: Alex Babenko/Ritzau Scanpix

Ukrainski hevurin er í fer við at savna herfólk hinum megin Dnipro-ánna, sum er eitt av økjunum, sum Russland hevur hersett.

Ukrainski generalstápurin skrivar, at bygdin Pishchanivka á eystara áarbakka er fyri einum russiskum granatálopi, sum merkir, at russarar bumba urkainskar deildir.

Í USA sigur stovnurin fyri kríggi, ISW, at ukrainskar deildir eru farnar upp til fýra kilometrar fram eystan fyri ánna. Boðini benda á framstig í einum ukrainskum mótálopi.

Tað eru ikki gjørdar nýggjar brýr um mánna, sum kunnu tryggja vápn og veitingar til ukrainsku deildirnar í russiskt hersetta økinum.

Russiska loftvápnið hevur áður bumbað áarbakka, sum Ukraina hevði ræði á, tí russarar óttast at ukrainsk herfólk fóru at savnast har.

Í fjør mátti russiski herurin trekkja seg aftur frá vestara áarbakkanum av Dnipro-ánni í Khersonlandspartinum eftir væleydnað ukrainsk mótálop.

Putin vildi fyri fáum døgum vera við, at russiskar deildir høvdu funnið fram til fleiri hermót í Ukraina. Teirra millum skuldu russar hava gjørt framstið í ukrainska ídnaðarbýnum Avdijivka, har tað vóru umfatandi bardagar.

Avdijivka liggur bara 15 kilometrar frá ukranska økinum Donetsk, sum Russar hava gjørt krav uppá undir krígnum. Avdijivka hevur verið eitt symbol upp á urkainskan mótstøðubardagar síðani 2014.

Kríggið í Ukraina hevur verið í gongd síðani 24. februar í 2022.

/ritzau/AFP