Men ukrainski maðurin veit so í øllum førum, hvar AirPods hansara eru.
Við at nýta »Find my« hjá Apple – ein skipin, har tú kanst spora teldu tína, urið, telefonin, AirPods og ymiskt annað, sá hann á telduni, at AirPods hansara vóru farin um markið til Russlands til landspartin Belgorod.
Tað skrivar Euronews.
– Umleið 60 prosent av íbúðunum í íbúðarbygningi okkara vóru rændar, og eg minnist, at eg lat mínar AirPids liggja eftir. Eg gjørdist veruliga ovfarin av, at tær ikki lógu har, ið eg hevði lagt tær, men at tær í staðin eru í Russlandi, sigur hann.
Á Instagram hevur hann lagt eina mynd út við einum reyðum prikki, sum vísir, hvar í Russlandi oyratelefonirnar hjá honum er.