Í einari video-upptøku á sosiala miðlinum X, fyrrverandi Twitter, sigur ukrainski forsetin, at ukrainskar herdeildir taka seg fram í russiska Kursk-landslutinum.
- Generalurin, Syrskyj, hevur boðað frá væleydnaðari frígering av býnum, Sudzha, sigur Volodymyr Zelenskyj.
Sudzha er lítil býur við umleið 5000 íbúgvum, sum liggur í Kursk-landslutinum í Russlandi, har ukrainskar deildir í eina góða viku hava gjørt um seg.
Sambært ukrainska verjuleiðaranum hava ukrainskar herdeildir nú tikið 1150 ferkilometrar av russiskum landaøki, og í hesum øki eru tilsamans 82 bygdir og býir.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi um ukrainska hernaðarátakið í Russlandi seinnapartin í dag.











