Ukrainar fremja álop á russisk hernaðarmál

Líkt er til, at ukrainar eru farnir at gera meira um seg í økjum, har russiski herurin hevur valdið.

Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at eldur er í einari lóðurgoymslu í russiska býnum, Belgorod.

 

Sambært guvernørinum í  Belgorod-fylkinum, Vyacheslav Gladkov, sum hevur lagt boð út á Telegram, skrivar hesin, at ein røð av spreingingum vóru at hoyra, áðrenn eldur stóð úr goymsluni.

 

Lóðurgoymslan liggur nær býnum, Staraya Nelidovka, sum liggur nakrar kilometrar úr ukrainska markinum. Sambært guvernørinum eru eingi sivilfólk deyð, og eingir bústaðir eru raktir.

 

Útlendskir miðlar vita eisini í morgun at siga, at ukrainar hava lopið á ein russiskan herleiðsludepil á sonevndu Slanguoynni í Svartahavinum.

 

Ukrainska ávísin Kyiv Independent veit at siga, at ein loftverjuskipan á oynni eisini er rakt.

 

Spreingingar hava eisini verið at hoyrt í Luhansk-regiónini, har russiskar herdeildir hava valdið. Sambært russisku tíðindatænastuni Meduza siga íbúgvar, at spreingingar vóru í fleiri tímar í býnum, Irmino, sum hevur verið undir russiskum eftirliti síðan 2014.