Myndin er úr ukrainska býnum, Robotyne í Zaphorizhia-regiónini, har ukrainar skuldseta russar fyri at brúka kemisk vápn. Men, russar vísa skuldsetingunum aftur.

Skuldsetingar um kemisk vápn í krígnum í Ukraina

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ukraina skuldsetir Russland fyri at brúka kemisk vápn í Ukraina.

Myndin er úr ukrainska býnum, Robotyne í Zaphorizhia-regiónini, har ukrainar skuldseta russar fyri at brúka kemisk vápn. Men, russar vísa skuldsetingunum aftur.

Ukrainski herurin skuldsetir Russland fyri at brúka kemisk vápn í álopum í Zaphorizhia-regiónini.

 

Tað skrivar Army Inform, sum ukrainska verjumálaráðið stendur aftanfyri.

 

Talsmaðurin fyri eina av ukrainsku herdeildunum, Dmytro Lykhovyi, segði í gjár, at russiski herurin hevur brúkt í minsta lagi 60 granatir við onkrum slagi av táragassi í døgunum millum 4. mars og 10. mars í ár.

 

- Russar brúka oftari og oftari løðingar við eiturevnum. Talan er serliga um evnið klorpikrin ella evnir, sum líkjast hesum.

 

Dmytro Lykhovyi leggur aftrat, at tann eina dagin í hesi vikuni skutu russar níggju slíkar granatir við kemiskum evnum - tær flestu á hermótinum á Zaporizhia-hermótinum.

 

Klorpikrin er eitt slag av gassi, sum fer eftir andarásini, eygunum og húðini. Evnið er eitrandi, um tú fært tað í teg, og tú kanst bæði spýggja og fáa kvalma.

 

Evnið varð brúkt undir fyrra heimsbardaga og verður eisini brúkt móti skaðadýrum. ST forbjóðar, at evnið verður brúkt í kríggi.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ukraina skuldsetir Russland fyri at brúka kemisk vápn. Fyrr í ár segði ukrainska stjórnin, at russar bara í januar í ár brúktu kemisk vápn 200 ferðir.

 

Í Russlandi vísir Kreml skuldsetingunum aftur og sigur, at ukrainar sjálvir brúka kemisk vápn í krígnum.

 

 

 

Myndin er úr ukrainska býnum, Robotyne í Zaphorizhia-regiónini, har ukrainar skuldseta russar fyri at brúka kemisk vápn. Men, russar vísa skuldsetingunum aftur.