Ukraina og Russland býta um 314 krígsfangar

Sambært serliga sendimanninum hjá USA er fangabýtið eitt av málunum, sum partarnir eru vorðnir samdir um í Abu Dhabi

Ukraina og Russland eru samd um at býta um 314 krígsfangar.

 

Hetta veit serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, at siga í dag.

 

Í løtuni eru samráðingar millum umboð fyri USA, Ukraina og Russland í Abu Dhabi.

 

Sambært serliga sendimanninum er fangabýtið eitt av málunum, sum partarnir eru vorðnir samdir um.

 

- Samráðingarnar fara at halda fram, og vit vænta, at framgongd verður í samráðingunum næstu vikurnar.

 

Hetta skrivar Steve Witkoff á X, fyrrverandi Twitter í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.