Ukraina tikið sjey bygdir aftur frá russum

- Landaøkið, sum vit hava tikið aftur frá russum í hesum umfari, snýr seg um tilsamans 90 ferkilometrar, sigur Hanna Malyar.

Hanna Malyar er varaverjumálaráðharri í Ukraina.

Varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Malyar, skrivar á Telegram í dag, at ukrainski herurin seinasta samdøgrið nú hevur tikið sjey bygdir aftur.

 

Hanna Malyar sigr, at tær seinastu bygdirnar, sum ukrainski herurin hevur tikið, eru Lobkovo, Levadne og Novodarivka í Zaporizjzja-regiónini.

 

- Vit hava eisini tikið bygdina, Storozjeve í Donetsk, umframt tær tríggjar bygdirnar vit tóku sunnudagin, leggur hon aftrat.

 

Varaverjumálaráðharrin sigur, at landaøkið, sum ukrainski herurin hevur tikið aftur frá russum í hesum umfari, snýr seg um tilsamans 90 ferkilometrar.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi, sum eitt nú norska kringvarpið NRK endurgevur. Tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum.

 

 

 

Hanna Malyar er varaverjumálaráðharri í Ukraina.