Hanna Maliar er varaverjumálaráðharri í Ukraina.
Hon sigur, at ukrainsku herdeildirnar í síðstu viku tóku aftur umleið tríggjar kilometrar av landaøki við býin, Bakhmut, har harðir bardagar hava verið síðan einaferð í fjørheyst.
Hetta verður eisini váttað av tíðindatænastuni hjá ukrainsku verjuni á Telegram.
Býurin, Bakhmut, liggur har eysturi í Ukraina.
Sambært varaverjumálaráðharranum hevur ukrainski herurin í seinastuni tikið umleið 43 kilometrar av landaøki aftur frá russum á leiðini við býin.
Samstundis, sum Ukraina sigur, at teirra herdeildir hava framgongd kring Bakhmut, sigur bretska verjumálaráðið, at russiskar deildir royna styrkja sína støðu í hertiknum økjum har suðuri í Ukraina.











