Týskland telist eisini millum londini í vesturheiminum, sum stuðla Ukraina hernaðarliga, nú landið stríðist fyri sínum sjálvræði.
Tað var hin 24. februar í ár, at Russland leyp á Ukraina, og síðan henda dag hava ukrainar stríðst ímóti russiska hersetingarvaldinum.
Sambært norska kringvarpinum, NRK og øðrum útlendskum miðlum, hevur Ukraina fingið nútímans loftverjuskipanina, nevnd Iris-T úr Týsklandi.
Tað upplýsir týska stjórnin.
Sagt verður um hesa skipan, at hon kann verja ein heilan bý móti loftálopum.
Týski verjumálaráharrin, Christine Lambrecht, lovaði undir einari vitjan í ukrainska býnum, Odessa, hin 1. oktober, at fyrsta Iris-T-skipanin skuldi latast Ukraina um fáar dagar.
##med2##