Ugla slapp sær inn í Sandoyartunlinum

- Vit kunnu kanska siga, at sandoyingar við ugluni hava fingið tann perfekta rottufangaran, heldur Kristian Stórhamar brosandi fyri.

 

Fyri nøkrum vikum síðan upplivdi ein arbeiðsmaður hjá NCC, sum koyrdi inni í Sandoyartunlinum, nakað, hann neyvan hevði væntað at upplivað her inni.

 

Kristian Stórhamar, sum eisini starvast hjá NCC, sigur, at hendingin fór fram um 03-tíðina hesa náttina, tá ein smiðjumaður koyrdi inni í tunlinum, sandoyarmegin.

 

Hann vísir á, at mitt á vegbreytini sat ein ugla og tá bilurin, sum smiðjumaðurin koyrdi í, nærkaðist, fleyg uglan í minsta lagi ein kilometur longur inn í tunnilin.

 

- Vit kunnu kanska siga, at sandoyingar við ugluni hava fingið tann perfekta rottufangaran, heldur Kristian Stórhamar brosandi fyri.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at rotta er ikki í Sandoynni, men her er mús. Av og á hevur illgruni verið um rottu, men tíbetur er ongantíð staðfest, at talan hevur verið um rottu. 

 

Tað man vera lítið - um enn nakað - sum er verri fyri fuglalívið enn rotta, og tí vilja sandoyingar so bestemt ikki hava rottu í oynna. 

 

Óiva veksur vandin, nú Sandoyartunnilin skjótt letur upp, men tá verður so eingin sigling um fjørðin, sum sjálvsagt eisini hevur ein rottu-vanda við sær.  

 

Sandoyggin er ávegis farleiðin út til Skúvoyar - antin komið verður í Sandoynna við Teistanum ella ígjøgnum tunnilin, tá hesin letur upp seinni í ár.

 

Tað fantastiska fyri fuglalívið er, at í Skúvoy er hvørki mús, rotta ella ketta, tí tað er snøgt sagt ikki loyvi at hava kettu við sær í oynna.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hesa myndina tók smiðjumaðurin inni í Sandoyartunlinum.