Franska blaðið, L'Équipe, skrivar at UEFA er komið upp í málið um rokaligu hendingina eftir dystin millum Real Madrid og Paris Saint Germain. Real Madrid vann 3-1 og er víðari, men forsetin hjá PSG var í øðini eftir dystin.
Nasser Al-Khelaifi fór eftir dystin eftir dómaranum, tí hann ikki bríkslaði fyri frísparki til PSG, tá Real Madrid fekk fyrsta málið. Karim Benzema legði trýst á málverjan, Gianluigi Donnarumma, og gav honum eitt síðuskump, sum førdi við sær ein vánaliga avlevering.
Nasser Al-Khelaifi skal sambært fleiri hava veri í øðini, og onkur miðil skivar, at hann breyt eitt hvørt tól hjá hjálpardómaranum, tá hann ikki slapp inn í dómararúmið. Hann skal eisini hava hótt eitt miðlafólk, sum valdi at filma støðuna.
Miðlafólk og keldir hjá Diario AS, Marca, El Partidazo de COPE og L'Equipe fortelja søgur um hóttandi atburð frá Nasser Al-Khelaifi og ítróttarstjóranum, Leonardo. Søgan sigur eisini, at eitt umboð fyri PSG varð sent at biðja um umbering seinni.
PSG fekk nýggjar eigarar úr Katar í 2011, og síðani hevur málið verið at vinna Champions League, men tað hevur ikki eydnast enn, hóast felagið hevur keypt eina heimsstjørnu fyri og aðra eftir.











