UEFA hevur vakið eyga við KÍ

Í næsta umfari fer KÍ at spæla ímóti Olimpija Ljubljana/Galatasaray og ella Sheriff Tiraspol/Bate Borisov

At tað hevur vakt ans kring allan fótbóltsheimin, at KÍ hevur varpað bæði ungverska og svenska meistaraliðið úr Champions League varð staðfest, tá ið lutakast fyri løtu síðani var um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í næsta umfari í Champions League og Europa League.

 

-Vit hava øll lagt til merkis, hvussu væl KÍ Klaksvík hevur staðið seg, segð umboð fyri UEFA, áðrenn tað varð farið undir lutakastið.

 

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at samantaldi vinnarin av uppgerðunum millum KÍ og Molde fer at spæla um pláss í bólkaspælinum í meistarakappingini ímóti vinnaranum av uppgerðunum millum Olimpija Ljubljana og Galatasaray. Fyrra liðið er úr Slovenia, og tað seinna er úr Turkalandi. Um tað eydnast KÍ at basa Molde, so verður fyrri dysturin ímóti øðrum av hesum báðum á heimavølli.

 

Um tað verður Molde, sum verður samantaldur vinnari, so fer KÍ í Europa League at spæla ímóti  Sheriff Tiraspol ella Bate Borisov. Fyrra felagið er úr Moldova, og tað seinna er úr Hvítarusslandi.

 

KÍ og Molde hittast í fyrra dystinum teirra millum á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45.