Uefa ger greitt: Viðhaldsfólk kunnu fegin bera ælabogafløgg

Sambært hollendskum miðlum fingu viðhaldsfólk forboð ímóti at bera ælabogafløgg í øki fyri viðhaldsfólk. Men tað er loyvt, skrivar Uefa.

(Photo by BERNADETT SZABO / POOL / AFP)

Evropiska Fótbóltssambandið, Uefa, er enn einaferð komið á breddan í máli um ælabogafløgg.

 

Undan dystinum millum Holland og Kekkia í Budapest í Ungarn í kvøld varð noktað nøkrum hollendskum viðhaldsfólkum at bera ælabogafløgg, sum er symbol fyri LGBTQ+ rættindi, í einum øki fyri viðhaldsfólk.

 

Men Uefa vísir aftur á Twitter at hava sett slíkt forboð.

 

– Í mun til nakrar søgur í hollendskum miðlum vil Uefa fegið gera greitt, at tað ikki hevur sett forboð fyri nøkum ælabogalitum í øki fyri viðhaldsfólk í Budapest, sum lokalir myndugleikar hava ábyrgdina fyri. Uefa vil fegið loyva einum og hvørjum symboli av slíkum slag í hesum øki, skrivar sambandið.

 

Uefa skrivar eisini, at tey í dag hava kunnað fótbóltssambandið í Ungarn um, at ælabogalitir ikki eru politiskir.

 

Harðar atfinningar vóru ímóti Uefa, tá tey gjørdu av, at myndugleikarnir í München ikki sluppu at lýsa Allianz Arena upp í ælabogalitum til EM dystin mikudagin millum Týskland og Ungarn.

 

##med2##

 

Grundgevingin var, at tað var eitt politiskt tiltak.

 

Funnist verður at ungarska forsetanum, Viktor Orbán, kring Evropa fyri eina nýggja lóg, sum bannar innihaldi, ið kann fremja homoseksualitet fyri ung undir 18 ár. Tað snýr seg bæði um skúlabøkur og til dømis film og sjónvarp.

 

/ritzau/

 

##med3##

 

(Photo by BERNADETT SZABO / POOL / AFP)

(Photo by BERNADETT SZABO / POOL / AFP)