UEFA ætlar at avskaffa regulin um útivallarmál

Regulin um, at útivallarmál telja dupult í UEFA-dystum hevur verið galdandi síðani 1965

Síðani 1965 hevur tað verið galdandi í dystum skipaðir av evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, at mál skorað á útivølli telja dupult, men nú stendur hesin regulin fyri falli.

 

Týska tíðindastovan DPA skrivar, at UEFA arbeiðir formelt við at avskaffa regulin um útivallarmál, og fer aðalstjórnin hjá UEFA at taka støðu til hetta fyrsta dagin. 

 

Broytingin fer at hava við sær, at um dystirnir millum tvey lið aftaná tvær ferðir vanliga leiktíð enda 1-1 heima og 2-2 úti, so fer seinni dysturin til longda leiktíð.

 

UEFA fer tó framvegis at loyva FSF og hinum tjóðar-fótbóltssambondunum at ráða fyri um regulin verður galdandi fyri teirra kappingar. Í Føroyum hava vit í fleiri ár havt hálvfinalur heima og úti í steypakappingini, og har hava mál á útivølli talt dupult. 

 

Millum orsøkirnar til, at UEFA vil avskaffa regulin um útivallarmál er, at tað er blivið munandi lættari hjá útiliðunum at skjóta mál síðani regulin var innførdur í 1965.