Tað eydnaðist ikki føroyska U21 landsliðnum at endurtaka bragdið móti Rumenia. Hesa ferð taptu okkara 3-1, eftir at tað endaði við javnleiki 2-2 í fjør á Svangaskarði.
Rumenia kom á odda nakað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Sørmundur Kalsø var óheppin og gjørdi sjálvmál. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom Rumenia upp á 2-0. Nú sá svart út, men bara tveir minuttir seinni fingu okkara brotsspark.
Gunnar Zachariasen var tryggur úr ellivu metrum. Síðani trýsti føroyska liðið og rumenar fingu millum annað fleiri gul kort hesa løtuna. Tíverri, so bleiv tað 3-1, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Føroyska liðið megnaði ikki at koma fyri seg. Tí enandði tað við 3-1 sigri til vertirnar úr Rumenia.
U21: Rumenia - Føroyar 2-0
1-0 Sørmundur Kalsø, 18 (Sjálvmál)
2-0 Martin Madali, 56
2-1 Gunnar Zachariasen, 58 br
3-1 Cristian Gavra, 66
Føroyar: (4-2-3-1)
Kristian Joensen – Bárður Hansen(liðsk), Hørður Askham, Sørmundur Kalsø, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen – Árni Frederiksberg(Heðin Hansen 87.min), Ari Ellingsgaard(Bogi Reinert Petersen, 87.min), René S. Joensen(Poul Ingason, 70.min) – Gunnar Zachariasen
Rumenia: (4-2-3-1)
Laurenţiu Brănescu - Ionuţ Peteleu, Mihai Balasa, Deian Boldor(Alexandru Dan, 67.min), Alin Dorinel Tosca - Romario Benzar, Alexandru Cretu - Claudiu Bumba(Stefan Popescu, 90.min), Ionuţ Mitriță, Martin Madalin - Cristian Gavra(Sergiu Buş, 77.min)
Liðugt: Rumenia hevur vunnið 3-1.
87.min: Heðin Hansen og Bogi Reinert-Petersen eru komnir á vøllin fyri Árna Frederiksberg og Ara Ellingsgaard
70.min: Poul Ingason er komin á vøllin fyri René S. Joensen.
66.min: Mál! So skoraði Rumenia aftur. Tað var framherjin Cristian Gavra, sum leggur Rumenia á odda 3-1.
65.min: Ionuţ Peteleu og Mihai Balasa hava fingið hvør sítt gult kort.
58.min: Mál! Brotsspark til Føroyar, sum Gunnar Zachariasen umsetur til mál. Júst sum dysturin sá taptur út, so koma vit fyri okkum.
56.min: Mál! Martin Mandalin leggur Rumenia á odda 2-0.
52.min: Bæði René S. Joensen og Romario Benzar fáa gul kort. Vit mangla framvegis at raka málið hjá teimum, meðan heimliðið hevur havt tríggjar royndir á okkara mál.
46.min: Tað eru teir somu 22 spælararnir, ið koma aftur at á vøllin til seinna hálvleik.
Hálvleikur: Tað er bara eitt sjálvmál á muni í dystinum millum Rumenia og Føroyar. Óhepna høvðusleiklutin eigur Sørmundur Kalsø, sum aftaná eitt stórt korter gjørdi sjálvmál.
Rumenska liðið hevur havt nakað av yvirvág í skotum á mál, men tað er minni munurin á liðnum. Millum annað hava okkara havt tvey hornaspørk, meðan Rumenia einki hevur havt.
45.min: So fáa rumenar gult kort fyri at fella Brand H. Olsen. Tað er maðurin við eksplosiva navninum Claudiu Bumba, sum fær gula kortið.
37.min: Nýggi liðskiparin hjá okkum, Bárður Hansen, fær fyrsta gula kortið í dystinum.
31.min: Gunnar Zachariasen roynir seg við skoti, sum tó ikki rakar málið.
18.min: Mál! Rumenia hevur lagt seg á odda 1-0. Talan er um sjálvmál frá miðverjanum hjá KÍ, Sørmundi Kalsø. Bara minuttin seinni er aftur um at ganga gali, men rumenski spælarin rakar ikki málið.
10.min: Einki mál er komið fyrstu minuttirnar, men Rumenia hevur havt eitt skot á mál.
Undan dystinum:
Føroyska U21 landsliðið er uttan Sonna Ragnar Nattestad, Gilla Sørensen og Hall Hansson, sum allir eru við A-landsliðnum á venjingarlegu í Spania. Sørmundur Kalsø er nýggur í miðverjuni, meðan Pál M. Joensen er nýggjur vinstri bakkur. René S. Joensen er fluttur fram á vongin, meðan Bárður Hansen er nýggjur liðskipari.
Seinast liðini spældu var á Svangaskarði í fjør. Tá endaði tað við 2-2 javnleiki. Gunnar Zachariasen og Poul Ingason skoraðu málini fyri Føroyar.
Føroyar: (4-2-3-1)
Kristian Joensen – Bárður Hansen(liðsk), Hørður Askham, Sørmundur Kalsø, Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen – Árni Frederiksberg(Heðin Hansen 87.min), Ari Ellingsgaard(Bogi Reinert Petersen, 87.min), René S. Joensen(Poul Ingason, 70.min) – Gunnar Zachariasen
Rumenia: (4-2-3-1)
Laurenţiu Brănescu - Ionuţ Peteleu, Mihai Balasa, Deian Boldor(Alexandru Dan, 67.min), Alin Dorinel Tosca - Romario Benzar, Alexandru Cretu - Claudiu Bumba(Stefan Popescu, 90.min), Ionuţ Mitriță, Martin Madalin - Cristian Gavra(Sergiu Buş, 77.min)
Dómari:
Christos Nicolaides (Kýpros)
Hjálpardómarar:
Charalambos Charalambous (Kýpros)
Charlambos Georgiou (Kýpros)
Fjórði dómari:
Charalambos Skapoullis (Kýpros)
Bólkur 6:
1. Týskland 14
2. Montenegro 8
3. Írland 8
4. Rumenia 6
5. Føroyar 1